Fótbóltur

Jóan Símun tryggjaði Waasland-Beveren javnleik móti oddaliðnum

Toftamaðurin skallaði bóltin í málið í 89. minutti í trupla útidystinum, og harvið liggur liðið framvegis væl í stríðnum um uppflyting til bestu belgisku deildina. Her er stutt yvirlit yvir gongdina hjá teimum átta útisetunum, sum í løtuni eru á landsliðnum.

Jóan Símun Edmundsson í landsdysti í Svøríki í 2019. Nú er hann aftur í landinum við føroyska landsliðnum - í vikuskiftinum gjørdist hann hetjan hjá Waasland-Beveren (Mynd: Sverri Egholm)

Jóan Símun Edmundsson í landsdysti í Svøríki í 2019. Nú er hann aftur í landinum við føroyska landsliðnum - í vikuskiftinum gjørdist hann hetjan hjá Waasland-Beveren (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-08 16:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski A-landsliðhópurin er nú savnaður í Malmö, har fyrireikingarnar til HM-undankappingardystin í Parkini fríggjakvøldið av álvara eru farnar í gongd.

Í hópinum eru átta leikarar - tað er ein triðingur - sum til dagliga spæla uttanlands. Nakrir gjørdu vart við seg í dystum í vikuskiftinum.

Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren - Næstbesta deildin í Belgia 

30-ára gamli toftamaðurin spældi allan dystin sum annar av áleyparunum. Talan var um oddadyst í Westerloo - heimaliðið var tó áðrenn dystin sjey stig frammanfyri Waasland-Beveren á øðrum plássi. Hendan fjarstøðan sá út til at fara at økjast, tá heimaliðið legði seg á odda í 74. munitt, men 15 seinni sló Jóan Símun til. Innlegg kom úr vinstru, og nummar 39 rann heilt rætt og fekk við pannuni stýrt væl framvið málverjanum og innum stongina. Waasland-Beveren er harvið framvegis á 2. plássi, nú ellivu umfør eru leikt. Hetta plássið gevur upp- og niðurflyringardyst.

Jóan Símun Edmundsson hevur í ellivu landskappingardystum fyri felag sítt skorað tvey mál og lagt upp til trý. Leikliga avrik hansara í seinastu landsdystunum hevur verið heilt gott og fyrr í ár legði hann upp til málið hjá Sonna Ragnari Nattestad í Wien. Tað eru tó beint yvir trý ár síðani, at Jóan Símun skoraði fyri Føroyar. Hetta var í Nations League-heimadystinum móti Malta. Álopskendi og tekniskt sterki leikarin hevur síðani verið nógv inn og út av liðunum, orsakað av skaðatrupulleikum.

Hallur og Vejle vunnu - Patrik skoraði, men fekk reytt og tapti

Vejle er framvegis á aftasta plássi í Superligaini men hevur vunnið tveir útav seinastu trimum dystunum og hevur nú sjey stig upp til strikuna. Tað hevur harvið hjálpt, at Hallur Hansson er komin inn í hópin. Miðvallarin spældi í gjár allar 90 minuttirnar í heimasigrinum á SønderjyskE, ið er næstaftast, og landsliðsliðformaðurin fekk eitt gult kort. Viljormur Davidsen sat á bonkinum allan dystin.

Petur Knudsen er eisini í donskum fótbólti. Har gjørdi hann skjótt vart við seg, við máli í trimum dystum á rað í august. Hann kom eisini inn í dysti og skoraði 17. oktober, tá 23-ára gamli áleyparin tryggjaði Lyngby javnleik á heimavølli móti Hobro og skoraði harvið sítt fjórða mál í næstbestu donsku deildini. Síðani byrjaði hann inni í Horsens móti liðnum hjá Jens Berthel Askou, men hesum mánaðinum hevur hann næstan ikki spælt - als ikki í Hvidovre leygardagin og ein fimm minuttir, umframt yvirtíð móti Vendsyssel mikudagin. Ósigurin í Hvidovre merkti, at mótstøðuliðið yvirtók oddasessin, og at Lyngby fór niður á 3. plássi. Langt er tó niður til liðini í niðaru hálvu - seks tey ovast fara í 2022 í ein bólk fyri seg at spæla í uppflyting.


[object Object]
Patrik verður fagnaður fyri enn eitt mál - hann fekk eisini reytt kort leygardagin (Mynd: eikfotball.no)


Kappingarárið hjá Patrik Johannesen í Noreg er fyribils liðugt. Hetta gjørdist greitt leygardagin. Tvørmaðurin átti, sambært heimasíðuni hjá Egersunds, feilalveringina, ið kostaði leiðslumálið hjá Notodden. Útiliðið økti stutt fyri steðgin, men  í 63. minutti skoraði Patrik við beinleiðis frísparki. Hetta var mál nummar 13 hjá honum í 21 landskappingardystum. Tíggju minuttir seinni fekk 26-ára gamli føroyingurin gult kort og í yvirtíðini ta seinna gula og harvið reytt.

Patrik Johannesen hevði kortini ikki fingið verið við í avgerandi dystinum um 2. plássið, ið gevur upp- og niðurflytingardyst, tí dysturin í Arendal í seinasta umfari verður leiktur sunnudagin. Nakrar tímar eftir dystin varð tað kunngjørt, at Patrik skal við føroyska A-landsliðnum fyri fyrstu ferð síðani í mars. Kviki álopskendi spælarin avloysir skaðadarvaða Meinhard Olsen, og meðan hann er í Ísrael, skulu liðfelagirnir stríðast fyri at fáa stig í býnum, sum er íblástur til Frozen-teknifilmarnir. Ein javnleikur er nóg mikið hjá Egersunds fyri at fáa tryggja sær tveir dystir móti liðið úr næstbestu deildini um at flyta upp.

Brandur eisini í uppflytingarstríði - Sonni Ragnar og Gunnar spæla ikki 
Brandur Hendriksson er fastur fúsur á miðvøllinum hjá Helsingborg. Tekniskt dugnaligi skopuningurin hevur, av røttum, fingið nógv rós frá venjaratoymi, fjepparum, føroyskum og útlendskum miðlum o.s.fr fyri avrik síni á landsliðnum. Miðvallarin skarðar sum ofast framúr á føroyska liðnum, har hann tíverri ikki verður at síggja fríggjakvøldið vegna leikbann. Hann verður tó við í Ísrael og síðani bíða avgerandi dystirnir í Svøríki. Tvey umfør eru eftir í Superettan, og Helsningborg skal hava ein sigur fyri at tryggja sær upp- og niðurflytingardystir - beinleiðis uppflytingarmøguleikin fór endaliga í vikuskiftinum í 3-1 ósigrinum fyri Varnamo - Brandur legði upp til málið hjá Helsingborg.

[object Object]
Brandur Hendriksson er ein týdningamikil leikari fyri Helsingborg

Íslendska kappingarárið var liðugt síðst í september, og harvið hevur Gunnar Nielsen ikki spælt síðani tá. 35-ára gamli málverjin spældi 21 útav teimum 22 landskappingardystunum fyri FH, ið hann hevur umboðað seinastu seks kappingarárini. Liðið av Hafnarfjørðinum endaði nummar seks út av teimum tólv í Pepsideildini. Gunnar vardi føroyska málið í undankappingardystunum í mars og eisini í 4-0 ósigrinum fyri Ísrael 1. september - teir fýra dystirnar síðani hevur Teitur Matras Gestsson spælt.

Ein, sum ikki spælir nógv, er Sonni Ragnar Nattestad. Tað eru tveir mánaðir síðani, at høgi miðverjin byrjaði ein dyst fyri Dundalk í bestu írsku deildini. Síðani komu seks dystir, har Sonni Ragnar var á vøllinum í tveimum - í samanlagt sjey minuttir - og eftir landsdystirnar í oktober - har hann í báðum førum spældi 90 minuttir - er Sonni Ragnar Nattestad skrásettur fyri ein dyst og ein minutt í Dundalk. Tað var fyri av verja sigurin heim móti Drogheda; hinar fimm dystirnar síðani seinasta landsliðsstegði hevur landsliðsmiðverjin verið á bonkinum. Dundalk hevur ein dyst eftir; um hann endar við sigri, so endar liðið nummar fimm, annars nummar seks av tíggju í Írlandi. Sonni Ragnar Nattestad spældi nógv fyrstu tíðina í Írlandi, men hetta broyttist serliga eftir venjaraaskifti.


Føroyski A-landsliðshópurin til dystirnar móti Danmark og Ísrael:

Málverjar: 

Gunnar Nielsen, FH (ÍS)
Teitur Matras Gestsson, HB
Mattias Lamhauge, B36

Verjuleikarar: 
Viljormur Davidsen, Vejle BK (DAN)
Sonni Ragnar Nattestad Dundalk FC (ÍRL)
Odmar Færø, KÍ
Hørður Askham, HB
Bartal Wardum, HB 
René Shaki Joensen, HB
Heðin Hansen, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Bjarni Petersen, B36

Miðvallarar: 
Hallur Hansson Vejle BK (DAN)
Brandur Hendriksson Olsen, Helsingborg IF (SVØ) 
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Tróndur Jensen, NSÍ
Jákup Biskopstø Andreasen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ
Hannes Agnarsson, B36
Patrik Johannesen, Egersunds (NOR)

Áleyparar: 
Jóan Símun Edmundsson, Waasland-Beveren (BEL)
Petur Knudsen, Lyngby (DK)
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ

Spæla uttanlands

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder