Fótbóltur

Jóan Símun valdur til besta leikara fyri august

Arminia Bielefeld hevur kosið føroyska leikaran til besta leikaran farna mánaðin.

Jóan Símun Edmundsson er komin sera væl frá byrjan í Týsklandi

Jóan Símun Edmundsson er komin sera væl frá byrjan í Týsklandi

2018-09-03 13:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra dystir, tvey mál og trý upplegg. Jóan Símun Edmundsson er flúgvandi í Týsklandi, og góða byrjanin hevur við sær, at toftamaðurin er valdur til besta leikaran hjá sínum nýggja felagið fyri august.

Jóan Sìmun skifti úr OB til týskan fótbólt í summar, og 26-ára gamli føroyingurin tykist ikki at nýta nógva tíð fyri tilvenjing. Álopskendi leikarin við tí góða teknikkinum hevur víst seg fram fyri Bielefeld, og við sínum tveimum upplegum í 5-3 sigrinum á Jahn Regnesburg leygardagin varð hann eisini valdur til liðið hesa vikuna hjá stóra fótbóltsblaðnum Kicker.

Jóan Símun er nú í Føroyum, har hann saman við liðfeløgunum á landsliðinum  fyrireikar seg til uppgávuna móti Malta á Tòrvølli fríggjakvøldið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder