Fyrstu mánaðirnar av kappingarárinum var enski Joe Gomez so at siga fastur makkari hjá Virgil Van Dijk í miðverjuni hjá Liverpool. 21-ára gamli verjuleikarin gjørdi tað sera væl; eisini tá hann umboðaði Ongland í heyst. Men i dysti ímóti Burnley tíðliga í desember fekk Gomez eitt "leg fracture" - beinbrot - eftir takkling frá Ben Mee.
Skaðin sá ikki so álvarsligur út at byjra við, men nú eru gingnir tveir mánaðir, og tað er nú greitt, at Joe Gomez skal undir skurð. Læknaliðið hjá Liverpool metir, at hetta er tað besta, so at evnaríki leikarin kann koma væl fyri seg aftur. Hetta skrivar Sky Sports í dag.
Jurgen Klopp sigur, at Gomez er umráðandi fyri liðið, og at tað er best fyri hann at fáa skurðviðgerina. Venjairn hjá Liverpool leggur dent á, at leikarin hevur víst frálíkan hugburð, meðan hann hevur sitið utanfyri. Joe Gomez sigur sjálvur, at tað er hart, serliga tí at hann ikki fær hjálpt liðnum í løtuni, men at tað mest umráðandi er, at hann er ordliga til reiðar, tá hann traðkar á vøllin aftur, og tað fer viðgerðin at hjálpa honum til. Hann lovar Liverpool-viðhaldsfólki at arbeiða so hart sum møguligt fyri at koma aftur so skjótt sum møguligt.
Tað er ikki víst, nær verjuleikarin kann spæla aftur, men í Liverpool eru teir bjartskygnir um, at Gomez kann spæla aftur í hesum kappingarárinum.
Liverpool spælir ímóti West Ham í London í kvøld, og dysturin er týðandi í stríðnum hjá felagnum at vinna sítt fyrsta meistaraheitið síðani 1990.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald