- Væl av fólkið var savnað við Margáir sunnudagin, har EB/Streymur hevði boðað til eykaaðalfund, har eittans evni var á skránni; nevndarval.
Hetta skrivar EB/Streymur heimasíðu sínari.
Av ymsum orsøkum skuldi mestsum øll nevndin í felagnum mannast av nýggjum, og hetta gekk væl; samanumtikið var fundurin góður við nógvum orðaskifti, skrivar EB/Streymur.
Fróði Reinert Petersen hevur í trý ár verið formaður í felagnum. Toftamaðurin ynskti ikki at halda fram sum formaður men tó at vera verandi í nevndini.
Tað verður fyrrverandi borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, ið tekur við sum formaður í felagnum. Greitt er millum annað eisini, at EB/Streyma legendan Egil á Bø verður næstformaður.
Nevndin í EB/Streymi:
Jógvan í Skorini, formaður
Egil á Bø, næstformaður
Fróði R. Petersen, kassameistari
Beinta Lisberg, nevndarlimur
Djóni Eidesgaard, nevndarlimur
Fróði Zachariasen, nevndarlimur
Judith S. Jacobsen, nevndarlimur
Jan Djurhuus, tiltakslimur
Malan Petersen, tiltakslimur
Fótbóltur
Jógvan í Skorini nýggjur formaður í EB/Streymi
Hann avloysir Fróða Reinert Petersen, ið tó heldur fram í nevndini. Egil á Bø er nýggjur næstformaður í nevndini, sum telur sjey fólk, umframt tveir tiltakslimir.
2022-12-13 14:09
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald