Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen greiður toppskjútti í sigri

Høgri vongurin skoraði 11 mál, tá Skanderborg AGF vann á HØJ, sum ikki hevði Paula Jacobsen í hópinum.

2025-09-19 21:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóhan á Plógv Hansen er vendur aftur til danskan hondbólt og Skanderborg, sum nú er saman við AGF.

Har er høgri vongurin úr Havn profilur, og í gjár gjørdi hann bart við heili 11 málum. 

Hetta var í sigri á uppflytarunum HØJ. Pauli Jacobsen hevur verið knýttur at felagnum seinastu stóru tvey árini, men hetta var annar dysturin á rað, at føroyski landsliðsmálverjin ikki var í dystarhópinum. Sum skilst verður hann helst leigaður út næstu mánaðirnar.

Jóhan á Plógv Hansen var greiður toppskjútti í 36-29 sigrinum á heimavølli. Millum mtey ellivu málini vóru trý brotskøst - Jóhan hevði heili 17 skot í dystinum.

Skanderborg AGF hevur seks stig fyri fýra dystir. HØJ hevur tvey stig.

Royndi vongurin hevur higartil í ár skotið tjúgu mál, og er Skanderborg AGF í European League-bólkaspælinum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder