Eftir at koronufarsóttin hevur órógvað tvey ár á rað verður JPH Camp á skránni aftur í summar.
Talan er um hondbóltsskúla hjá Jóhan á Plógv Hansen. 28-ára gamli vongurin hevur gjørt vart við seg í Bundesliguni, har hann millum annað hevur verið kosin besti leikari fyri apríl, og í summar skiftir Jóhan til stórfelagið Flensburg Handewitt, har hann loysir Lasse Svan av, sum gavst á danska landsliðnum fyrr í ár, og sum spældi sín seinasta dyst við Flensburg Handewitt seinasta sunnudag.
Hesin hondbóltsskúlin varð hildin fyrstu ferð í 2019, tá kendi danski leikaran og táverandi liðfelagin hjá Jóhan, Michael V. Knudsen, var við. Í tíðindaskrivi í dag boða fyrireikararnir frá, at hesaferð verða tveir hjálparvenjarar við.
Talan er um danski landsliðsleikarin og hálva føroyingin Hans Lindberg, sum seinasta sunnudag tryggjaði sær heiti sum toppskorari í týsku Bundesliga´ini 2021-2022. Hann er 40-ára gamal, men heldur sanniliga stásið við líka og hevur seinastu árini kappast um plássið á vinstra vongi á danska landsliðnum við Jóhan og Lasse Svan. Teir hava eisini vunnið nógv:
- Seinastu 3 árini hava annars verið sera hendingarrík fyri Jóhan á Plógv Hansen og Hans Lindberg. Teir gjørdust báðir heimsmeistarar við danska landsliðnum í 2019 og vunnu bronsu í EM í januar mánaða í ár. Jóhan á Plógv Hansen var eisini við til at endurvinna HM-gullið fyri Danmark í Egyptalandi í 2021, umframt at hann vann OL-silvur í Tokyo í august 2021, sum tann fyrsti føroyingurin sum hevur havt sín uppvøkstur í Føroyum. Hans Lindberg var eisini við landsliðnum sum vann OL-gull í 2016 í Rio de Janeiro og EM-gull í 2012 og 2008.
Hans Lindberg í dysti fyri danska landsliðið (Mynd: EPA)
Hin venjarin, ið kemur við Jóhan á Plógv, er spanski venjarin Daniel Gordo Rios. Hann var í 2016 og 2017 í starvið hjá Kyndli og hevur síðani millum annað vant landsliðið hjá Brasilien og Champions League liðið hjá Mescow Brest, og sum Hann fór úr starvinum hjá Mescow Brest tá kríggj brast á millum Rusland og Ukraina í februar í ár.
Harvið er talan um leikarar og venjarar við nógum royndum á hægsta, sum í vikuskiftinum fara at arbeiða við teimum 250 føroysku børnunum, ið hava teknað seg - tað varð longu fullteknað við byrjan av árinum. Venjingarnar vera í Høllini á Hálsi og í Gundadalshøllini og eru á skránni fríggjadagin 17. juni og leygardagin 18. juni. Tað verða tveir dagar við nógvari venjing, fyrilestrum, kappingum o.s.fr, og venjingarnar fara at leggja dent á menning av førleikum hjá einstaku leikarunum, og vil í stóran mun fylgja tí venjingarleisti sum er vanligur í Danmark/Týsklandi, skrivar jphcamp.fo.
Fíggjadagin klokkan 16-17.30 verða Jóhan á Plógv Hansen, Hans Lindberg og Dani Gordo á Torginum í SMS, har bóltar, drakt og onnur útgerð verður útflýggja teimum 250 luttakandi børnunum.
Jóhan á Plógv Hansen hevur í átta ár umboðað Danmark í landsliðshøpi, men er føddur og uppvaksin í Føroyum og hevur sín hondbóltsuppruna við Kyndli.
- Grundarsteinurin til mítt hondbóltslív varð lagdur í Føroyum, og hetta hevur givið mær nógvar einsastandandi upplivingar. Eg vil fegin geva nakað aftur til børn og ung í Føroyum, sum eisini hava hug at menna teirra hondbóltsførleikar, skrivar hann á heimasíðuni fyri JPH Camp
- Tað krevur nógva tíð og orku at fyriskipað ein tílíkan hondbóltsskúla. Eg eri tí sera fegin um alla tí hjálp eg havi fingið frá nógvum her í Føroyum, og ikki minst fyri stuðulin frá føroyskum virkjum og øðrum, sum ger tað møguligt at halda ein tílíkan hondbóltsskúla, sigur Jóhan á Plógv Hansen at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald