Hondbóltur

Jóhan á Plógv Hansen besti leikari í Týsklandi í apríl

Høgri vongurin fekk 55 prosent av atkvøðunum.

2022-05-10 19:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Jóhan á Plógv Hansen stendur seg væl í týskum hondbólti - í bestu deildini í heiminum. So væl at hann nú er valdur "DKB Player of the Month" fyri apríl.

28-ára gamli føroyingurin hevur verið týðandi fyri Hannover-Burgdorf, ið vann sær trý umráðandi stig í niðurflytingarstríðnum, og høgri vongurin vann greitt atkvøðugreiðsluna frammanfyri fleiri stór nøvn.

1. Jóhan á Plógv Hansen (TSV Hannover-Burgdorf) 54.73%
2. Hendrik Pekeler (THW Kiel) 26.14%
3. Kevin Möller (SG Flensburg-Handewitt)5.46%
4. Kai Häfner (MT Melsungen) 4.67%
5. Jim Gottfridsson (SG Flensburg-Handewitt) 4.36%
6. Simon Jeppsson (HC Erlangen) 2.88%
7. Hampus Wanne (SG Flensburg-Handewitt) 1.75%

Hannover-Burgdorf er átta stig frá strikuni, nú fimm dystir eru eftir - nummar 14 av 18 liðum.

Jóhan á Plógv skiftir eftir hetta kappingarárið til stórfelagið Flensburg-Handewitt. Í løtuni er hann nummar 13 á toppskjúttalistanum í Bundesliguni við 134 málum. Vongurin hevur millum annað í høvuðsheitinum verið tryggur við sínum brotskøstum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder