Føroyski heimsmeistarin á danska landsliðnum gjørdi hósdagin veruliga um seg í dysti móti Hannover-Burgdorf, tá MT Melsungen var á vitjan.
Liðini liggja bæði miðskeiðis á stigatalvuni, men tað var Hannover-Burgdorf sum dróg longra stráðið.
Heimasíðan hjá felagnum skrivar, at talan var um eitt gott liðavrik, har málverjin Domenico Ebner tók 14 skot, og Johan á Plógv skoraði tíggju mál, og gjørdu sítt til óvæntaða úrslitið.
Støðan í hálvleikinum var 17-15, og úrslitið av dystinum gjørdist 31-23.
Jóhan á Plógv og hinir í Hannover-Burgdorf liggja á tíggjunda plássi við 18 stigum eftir 19 dystir. Á odda í týsku Bundesliguni liggur Flensburg-Hendewitt - eitt felag sum 26 ára gamli havnadrongurin tykist at vera á veg til. TV2 Sport skrivaði í vikuni, at Jóhan á plógv skiftir til týska stórfelagið á sumri 2022.
Les eisini: Jóhan á Plógv Hansen á veg víðari
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald