Hondbóltur

Jóhan aftur við í danska hópinum

Havnarmaðurin hevur verið uttan fyri hópin í góða viku. Men nú avloysarin fekk staðfest koronu fyrr í vikuni, eru aftur boð eftir Jóhan.

Jóhan á Plógv Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Jóhan á Plógv Hansen (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2022-01-22 17:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir at hava sitið uttanfyri í eina góða viku, eru Jóhan á Plógv Hansen aftur við í danska hópinum.

Boð vóru annars eftir vonginum Hans Lindberg eftir dystin ímóti Montenegro 13. januar. 27 ára gamli havnarmaðurin, sum annars hevur vunnið sær fast pláss á danska landsliðnum, bleiv skaddur undir dystinum, og staðfest varð, at hann ikki fór at vera við næstu dystirnar hjá Danmark.

Danska landsliðið er sloppið væl við koronutilburðum í mun til onnur lið, men í gjár varð avloysarin hjá Jóhan, Hans Lindberg, altso testaður positivur við covid-19, og síðani er enn ein í donsku leguni testaður positivur. Talan er tó ikki um ein leikara, men eitt starvsfólk hjá danska hondbóltssambandinum, sum tekur sær av sosialum miðlum.

Tað er tó ivasamt, hvussu nógv vit fara at síggja til hann í kvøld.

EM endaspælið er nú komið til millumumfarið, og Danmark spælir í kvøld kl. 19:30 ímóti Kroatia. 

Ein sigur í kvøld hevur við sær, at Danmark nærkast einum hálvfinaluplássi í EM-endaspælinum, sum verður leikt í Ungarn og Slovakia.

Dysturin millum Kroatia og Danmark sæst á TV2 klokkan 19:30 føroyska tíð.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder