Seinasta vikuskifti gjørdist Jóan Símun Edmundsson fyrsti føroyski fótbóltsleikarin, sum kom inn í einum Bundesliga-dysti, og tíggju minuttir seinni gjørdi toftamaðurin ikki mætari enn at skora einasta málið í dystinum og harvið tryggja Arminia Bielefeld trý stig.
Her er søguliga málið hjá Jóan Símuni
Nú hevur ein føroyingur eisini spælt í Bundesliguni í hondbólti, ið verður mett at vera tann fremsta í heiminum. 26-ára gamli Jóhan á Plógv Hansen skifti í summar úr Bjerringbro-Silkeborg, har gjørdi um seg í næstan fimm ár, til TSV Hannover-Burgdorf.
Sigast má at Jóhan gjørdi veruliga um seg í sínum fyrsta almenna dysti fyri sítt nýggja felag. Heimaliðið var greiður favorittur undan dystinum í fyrsta umfari móti Minden, men sigurin í gjárkvøldið var bert við einum máli. Føroyingurin á høgra vongi skoraði seks mál - bert kroatiski høgri bakkurin, Ivan Martinovic, skoraði fleiri fyri Hannover-Burgdorf. Hann skoraði sjey mál.
Tað var serliga í 2. hálvleiki og úr sjey metrum,at Jóhan á Plógv Hansen gjørdi um seg. Talan varð um tvey mál í fyrra hálvleiki og fýra í seinna hálvleiki. Øll eftir steðgin vórðu skoraði uppá brotsskøst - til 18-14, 21-18, 22-20 og 24-21. Harvið var Jóhan týdningarmikil í at hála 26-25 sigurin í land.
Jóhan er uppvaksin í Havn og í Kyndli. Sum 16-ára gamal fór hann til Skanderborg at menna seg sum hondbóltsleikari. Í landsliðshøpi umboðar kviki og kringi maðurin Danmark, og í januar í fjør var Jóhan á Plógv við til at vinna HM gull á heimavølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald