Arminia Bielefeld tók í dag ímóti FC Køln í øðrum umfari í Bundesliguni. Jóan Símun Edmundsson byrjaði á beinkinum fyri heimaliðið.
Tá góðir tjúgu minuttir vóru eftir at leika, varð Jóan Sínum Edmundsson settur á vøllin. Tá var støðan framvegis 0-0.
Bert tíggju minuttir eftir at Jóan Símun varð settur á vøllin legði hann heimaliðið á odda 1-0. Ein langur bóltur varð sendur sendur afturum verjuna hjá FC Køln til Jóan Símun, ið tók bóltin flott niður við vinstra beini, áðrenn hann úr spískum skeyt bóltin í netið við høgra beinið.
Harvið fingu føroyingar í dag sín fyrsta Bundesliga leikara og eisini fyrsta føroyska málið í Bundesliguni, sum er ein av teimum sterkastu kappingunum í heiminum.
Tað komu ikki fleiri mál í dystinum, og harvið gjørdist Jóan Símun matchvinnari í sínum fyrsta Bundeliga dysti.
Jóan Símun og Bielefeld hava fingið eina góða byrjan uppá kappingarárið, har teir hava fýra stig eftir tveir dystir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald