Tað hevur ikki gingið stillisliga fyri seg hjá danska hondbóltslandsliðnum síðani HM-heitið sannførandi kom í hús í gjár á fjórða sinni.
Finalan varð leikt í Oslo, og seinnapartin lendu Jóhan á Plógv Hansen og hinir á landsliðnum í Keypmannahavn, og eru blivnir fagnaðir á Ráðhúsplássinum, har kendu pannukøkurnar eisini vóru at fáa.
Stór mannfjøld varð møtt upp.
(Mynd: DR)
(Mynd: DR)
Føroyingurin á liðnum hevði síni nærmastu við. Kona hansara, Astrid Juhl Kyhn og bæði børnini, fimm ára gamla Nora og sjey mánaðar gamli Alfred, vóru við til fagnaðin á Ráðhúsinum.
Jóhan á Plógv Hansen hevur verið við til at vunnið øll fýra heimsmeistaraheitini hjá Danmark (2019, 2021, 2023 og nú 2025), og er millum teir fáu sum nú hevur vunnið HM fýra ferðir á rað. 30-ára gamli føroyingurin hevur ongantíð roynt at tapt ein dyst í HM-høpi.
Sí eisini: Havnarmaður er ferfaldur heimsmeistari
Høgri vongurin úr týska stórfelagnum Flensburg-Handewitt skoraði trý mál í finalusigrinum á Kroatia í gjár.
Sí hæddarpunkt frá fjórða HM-finalusigrinum hjá Jóhan og Danmark Danmark
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald