Hann flutti sum 16-ára gamal til Skanderborg fyri at ganga á hondbóltsskúla og spæla í Skanderborg. Evnini vóru eyðsæð, og skjótt vildi serliga Ulrik Wilbæk hava hann at spæla landsliðshondbólt fyri Danmark.
Tá var landsliðsarbeiði í Føroyum óstøðugt. Føroyar fóru aftur at spæla í undankapping í 2017 - í 2015 fekk Jóhan á Plógv Hansen sín fyrsta A-landsdyst fyri Danmark.
Níggju og eitt hálvt ár seinni stendur havnarmaðurin, sum millum annað eisini hevur røtur í Vágum, sum ferfaldur heimsmeistari: Jóhan hevur nú spælt í fýra HM-endaspølunum og fer í morgin úr Noreg við sínum fjórða HM gullheiðursmerki.
Heilt serstakt avrik
Jóhan á Plógv Hansen, Simon Hald, Mads Mensah Larsen, Magnus Landin og Henrik Mølgaard eru teir fimm spælararnir, sum nú hava vunnið fýra HM á rað. Hetta hava eingir hondbóltsspælarar í heimssøguni verið við til áður.
Nikolaj Jacobsen tók við sum venjari í 2017 og hevur ongantíð tapt ein HM-dyst sum venjari. Jóhan á Plógv Hansen hevur heldur ikki tapt nakran HM-dyst enn.
Tað eru eisini fáir í hesum "felagnum av ferfaldum heimsmeistarum". Daniel Narcisse og Nikola Karabatic eru millum teir fraklendingar, sum hava fýra heimsmeistaraheiti (ikki fýra á rað). Málverjin Thierry Omeyer er tann einasti, sum hevur fleiri enn hetta: Franski málverjin hevur fimm heimsmeistaraheitið.
Gjørdi sítt í kvøld
Jóhan á Plógv Hansen hevur havt ein heldur serstakan leiklut í endaspælinum. Nikolaj Jacobsen nýtir fyrst og fremst Niclas Kirkeløkke sum høgra vong. Hann er annars høgri bakkur, men serligu styrkirnar í verjuni og møguleikin Kirkeløkke gevur Danmark, at "hvíla" Mathias Gidsel í verjustøðu, hava gjørt sítt til, at Danmark seinastu endaspølini fyri tað mesta spæla uttan ein nátúrligan høgra vong.
Harvið er Jóhan, sum er einasti "veruligu" høgri vongur í HM-vongurin, inn í millum avloysari, og hevur 30-ára gamli Flensburg-Handewitt spælarin eisini spælt í fleiri yvirtalsstøðum hjá Danmark. Sum heild hevur vongurin, sum er við at finna aftur móti sínum toppstigi, tikið heilt væl av hesum støðunum seinastu vikurnar.
Sí eisini: Fjórðu ferð á rað og í stórum stíli
Jóhan á Plógv Hansen fekk nakrar slíkar støðu í kvøld og spældi eisini seinastu stóru 15 minuttirnar, meðan Danmark koyrdi finalusigurin móti Kroatia heim.
Samanlagt fekk havnarmaðurin fýra bóltar út á høgra vong í kvøldsins finalu í Oslo. Jóhan á Plógv brendi fyrsta skotið, sum var í fyrra hálvleiki, tá hann rakti stongina. Men í 2. hálvleiki var nummar 26 ísakaldur og serliga annað av teimum trimum málunum var ógvuliga frekt.
Trý mál í HM-finalusigri nummar fýra á rað hjá Jóhan á Plógv Hansen og danska liðnum. Flott og sannførandi avrik samanlagt.
Sunnudagin 2. februar - Unity Arena í Bærum
Danmark - Kroatia 32-26 (16-12)
Jóhan á Plógv Hansen: 3 mál (fýra skot) - fjórðu ferð heimsmeistari á rað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald