Í 2008 gjørdist Danmark evropameistari og vann steyp á manssíðuni á fyrsta sinni. Hetta var við finalusigri á Kroatia í Noreg.
Nú eru 16 ár liðin, og danir eiga nú samanlagt átta gull í stórum kappingum í manshondbólti (EM/HM/OL)
Nummar átta hjá monnum var samstundis fjórða heimsmeistaraheiti á rað. Hetta hevur eingin avrikað áður. Hetta gullið kom - eins og ta fyrsta - í hús við finalusigri á Kroatia í Noreg
Ongantíð veruliga nakar ivi
Kroatia stríddi seg væl í finaluna við minniligum sigrum á heimavølli, og liðið hjá Dagur Sigurðsson royndi veruliga í dag. Eftir stórar trupulleikar við at skora fyrstu løtuna, komu kroatar betri við, og tað var bert eitt mál á muni, tá ein lyklaspælari fekk beinleiðis reytt kort.
Marko Mamic hevur spælt leiklutin sum 1'ari - álopskendur verjuspælari mitt fyri - framúr væl í HM-endaspælinum. Men eftir tjúgu minuttir gjørdi hann alt ov nógv av í roynd at steðga Rasmus Lague. Mamic tók um hálsin á dugnaliga danska spælskiparanum frá síðuni/hálvgum aftanfrá, og eftir at dómararnir fóru at hyggja eftir video, var eingin ivi.
Tað var heldur rokaligt til tíðir í fyrra hálvleiki. Kroatiar nýtti sína kropsligu styrki - í summum førum ov nógv (Mynd: EPA)
Kroatar vóru í løtum ónøgdir við spanska dóamaraparið, men sum heild var bara ov stórur munur. Í steðginum var 16-12 til Danmark, sum fekk álopsspælið betri í gongd eftir reyða kortið. Kroatar fingu hinvegin einki at rigga tíðliga í 2. hálvleiki, og tá hallarurið vísti 40.00 var støðan 24-14.
Harvið var brekkan ov tung hjá kroatum. Danmark hevði helst fingið samanlagt størri mótsstøðu, um finalan hevði verið spæld í Arena Zagreb - ella um Frakland hevði verið mótsstðuliðið. Men sum heild hevur eingin verið nær við liðið hjá Nikolaj Jacobsen. Gott kroatiskt stríð, og eitt danskt lið sum fór nakað niður í ferð seinastu tjúgu minuttirnar, gjørdu at munurin í dag gjørdist seks mál. Tað er minsti sigurin hjá dønum í endaspælinum.
Jóhan, Jacobsen og Duvnjak
Jóhan á Plógv Hansen átti sín leiklut í finalusigrinum. Havnarmaðurin á høgra vongi skoraði trý mál uppá fýra skot og er nú - eins og fýra viðleikarar og Nikolaj Jacobsen - ferfaldur heimsmeistari. Jóhan og Nikolaj hava ongantíð tapt ein HM-dyst.
Tað sama er galdandi fyri fleiri aðrar leikarar. Millum annað Mathias Gidsel, mest virðismikla spælara (MVP) og toppskjútta í dag og í kappingini, og greitt besta málverjan í HM, Emil Nielsen.
Mathias Gidsel spældi eina framúr HM-finalu við tíggju málum og fýra uppleggum (Mynd: EPA)
Domagoj Duvnjak hevur havt eina frálíka tíð á kroatiska landsliðnum við nú níggju heiðursmerkjum. Tíverri fyri hann hevur einki verið gull, og heldur ikki í seinasta landsdystinum hjá Kiel-spælaranum glapp tað. Sum eitt plástur á sárið slapp hann at seta punktum í Unity Arena við síðsta málinum: 32-26 og nakað seinni kundu danir aftur lyfta tunga og gylta steypið.
HM-finalan í manshondbólti 2025
Sunnudagin 2. februar - Unity Arena í Bærum
Danmark - Kroatia 32-26 (16-12)
Frakland vann spennandi hálvfinaluna á Portugal við einum máli. Harvið eyndnaðist tað júst ikki Portugal at vinna sítt fyrsta vaksnamannaheiðursmerki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald