Tað var við føroyinginum Jóhan á Plógv Hansen, at danir í kvøld vunnu 35-23 ímóti Hollandi.
Jóhan hevur sitið uttanfyri hópin síðani fyrsta dystin í endaspælinum, men var í kvøld við aftur. Orsøkin var slysni, fipurskaði, sum 27 ára gamli havnarmaðurin hevur drigist við.
Danir vóru á odda 21-12 í hálvleikinum, og vunnu sum nevnt dystin 35-23.
(Mynd: EPA)
Jóhan á Plógv Hansen var tryggur í fyrra hálvleiki, men í seinna hálvleiki haltaði við at fáa bóltarnar inn. Hann gjørdi tað kortini gott, og skeyt sjey mál í dystinum.
Við sigrinum hevur Danmark tryggjað sær pláss í hálvfinalunum, sum verða spældar fríggjadagin. Finalan verður sunnudagin.
Enn hevur Danmark ein dyst eftir í millumumfarinum, og hann er ímóti Fraklandi mikudagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald