Fótbóltur

John Frederiksen skal skurðviðgerast í heilanum

25-ára gamli fótbóltsleikarin hevur fingið ein svull í heilan. - Hendan dystin vil eg vinna, sigur hann við finskar miðlar.

John í dysti fyri HB ímóti Víkingi. Her skoraði høgi áleyparin avgerandi málið (Mynd: HB)

John í dysti fyri HB ímóti Víkingi. Her skoraði høgi áleyparin avgerandi málið (Mynd: HB)

2021-02-10 09:23 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í 2018 spældi hann 16 dystir fyri føroyamestararnar HB, og árið fyri fekk hann tvey hattrikk fyri 07 Vestur, ið hann kom til í summarsteðginum. Nú 25-ára gamli maðurin er uppvaksin á Bornholm, men hevur ættarbond til Føroyar og er á FaroeSoccer skrásettur fyri ellivu U-landsdystir og eitt mál.

2,02 metrar høgi áleyparin var í 2019 í donskum fótbólti - Frem og Skovshoved í 2. Division - áðrenn hann skifti til finskan fótbólt. Har hevur hann gjørt um seg fyri MuSa í næstbestu deildini.

Nú er John Frederiksen raktur av álvarsligar sjúkur. Hann hevur fingið staðfest ein svull í heilanum, og skal í hesari vikuni skurðviðgerast. Hetta skrivar finski miðilin SK Urheilu, ið John hevur givið eina stutta viðmerking: 

- Eg vil vinna hendan dystin

Á Facebook-síðu sínari skrivaði HB soleðis í gjár:

- John Frederiksen, sum spældi við HB í meistaraárinum 2018, skal skurðviðgerast fyri ein svull í heilanum. Vit ynskja tær góðan bata, og sum tú sjálvur sigur: hendan dystin skalt tú eisini vinna 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder