Fótbóltur

John Terry givin sum yrkisleikari

Fyrrverandi Chelsea verjuleikarin verður mettur at verða ein tann besti Ongland hevur havt.

2018-10-08 18:06 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrrverandi liðskiparin hjá Chelsea og á enska landsliðinum, John Terry, hevur nú boðað frá, at hann er givin sum yrkisleikari.

37 ára gamli John Terry hevur ikki verið knýttur at nøkrum felag síðani Mai, tá hann gavst í Aston Villa. Hann var nær við at skriva undir við russiska Spartak Moksva, men hevur nú broytt meining. Hildið verður, at hann nú ætlar sær at byrja eina yrkisleið sum fótbóltsvenjari.

Í síðstu viku hjálpti Terry U19 liðinum hjá Chelsea at fyrireika seg til UEAF Youth League dystin móti norska Molde, og nú meta serfrøðingar, at John Terry fer at halda fram sum hjálparvenjari í Aston Villa, har fyrrverandi Arsenal leikarin Thierry Henry er venjari.

John Terry vann 18 steyp við Chelsea, har hann spældi tað mesta av síni yrkisleið sum fótbóltsleikari.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder