Fótbóltur

Jonas Dal Andersen sagt seg úr starvi

Stóru sveiggini í avrikunum síðstu tíðina gera, at Jonas Dal Andersen gevst sum venjari hjá HB.

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2021-06-28 17:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Danin Jonas Dal Andersen hevur sagt seg úr starvi sum høvuðsvenjari hjá Betri-monnum í HB.

Hesum boðar sigursvanda felagið frá í kvøld.

– Hetta hevur ein trupul avgerð at fara av skútuni, tí eg havi verið sera glaður fyri at hava verið í felagnum, men hon kemur av ov stórum sveiggjum í avrikunum síðstu tíðina. Eg eri tí komin til ta niðurstøðu, at aðrar kreftir skulu til at lyfta spælararnar nú, sigur Jonas Dal Andersen við heimasíðuna hjá HB.

HB harmast um støðuna, sum er íkomin, og ætlanin er, at Kevin Schindler tekur yvir sum venjari næstu dystirnar, verður sagt.

HB liggur í løtuni á triðja plássi í Betri deildini hjá monnum og hevur ikki longur oddaliðið KÍ í eygsjón. Tapið móti Inter Club d'Escaldes úr Andorra í Champions League undanumfarinum hevur eisini verið torført at svølgja. Í annaðkvøld er Betrideildardystur móti B68 á Toftum á skránni áðrenn Conference League-dystur verður í juli mánaði.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder