Hondbóltur

Jónas skal eisini spæla í bestu norsku deildini

Spæskiparin vendir aftur til Stavanger eftir eitt ár í Keypmannahavn. Harvið verða tríggir føroyingar at síggja í Rema 1000-deildini komandi kappingarár.

24-ára gamli spælskiparin á landsliðnum skal aftur spæla fyri Viking Stavanger (Mynd: Sverri Egholm)

24-ára gamli spælskiparin á landsliðnum skal aftur spæla fyri Viking Stavanger (Mynd: Sverri Egholm)

2020-07-02 18:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Viking Stavanger fegnast tey. Felagið hevur nú fingið styrk til komandi kappingarár, og talan er um enn ein føroying: 24-ára gamli Jónas Gunnarsson Djurhuus fer aftur til Stavanger at spæla.

Landsliðsleikarin spældi fyri Viking Stavanger í seinnu hálvu í 2018/2019. Tá spældi liðið í næstbestu deildini, men nú skal Viking Stavanger royna seg í Rema 1000-deildini. Meðan Jónas hevur leikt fyri FIF á Frederiksberg, hava Kjartan Johansen, Helgi Hildarsson Hoydal og hinir spælt liðið upp í bestu deildina.

[object Object]Jónas í dyst fyri Viking Stavanger seinasta vár 

Nýggi venjarin Scott Harrington, ið hevur eina fortíð í føroyskum hondbólti, fegnast, og sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at Jónas er ein mentalt sterkur leikari, ið hevur nógvar dygdir í álopsspælinum og sum traðkar til í umráðandi dystum. 

Jónas sigur sjálvur, at hann fegnast um at vera aftur í felagnum og gleðir seg til avbjóðingarnar, ið eru fyri framman. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder