Fýra føroyskir judoleikarar - Kjartan Gray, Denis Golovkin, Fríða Borgarlíð og Josefina Fjallsbak - luttóku í gjár í RIG – Reykjavík International Games, og tað gekk væl hjá teimum.
Kjartan Gray og Denis Golovkin vunnu hvør sína bronsumedalju, og bæði teir og Fríða og Josefina høvdu heilt góðar dystir, har nakrir blivu vunnir og aðrir taptir tepurt, so øll fýra hava fingið nógv positivt burtur úr kappingini, skrivar Judo Føroyar í tíðindaskrivi.
RIG er eitt afturvendandi tiltak. Um vikuskiftið varð kappingin hildin fyri 13. ferð, og Føroyar hava havt luttakarar við øll árini.
Umframt tey fýra, sum kappaðust, var Jóan Petur Petersen eisini við sum dómari, og eisini hann kom væl frá sínari uppgávu, skrivar Judo Føroyar.
Á myndini síggjast frá vinstru: Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, Jóan Petur Petersen, Kjartan Gray, Denis Golovkin og Josefina Ingibjørg Fjallsbak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald