Fótbóltur

Julia Naomi Mortensen við aftur

Miðvallarin úr HB var ikki við í Wales man avloysir í dag Heidi Sevdal sum áleypari - annars er liðið til dystin móti Norðurírlandi í kvøld tað sama sum tá.

2020-12-01 17:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Klokkan 19 spælir føroyska A-landsliðið við kvinnum sín seinasta dyst í hesari undankappingini. Seinastu tíðina hevur liðið fyrireikað seg - fyrst og Føroyum og seinastu dagarnar í Norðurírlandi - og John Petersen hevur nú sett liðið.

Tíggju leikarar í byrjunaruppstillingini móti Wales fyri einum góðum mánaða síðan hava fingið afturval. Heidi Sevdal var tá fremsti leikarin á føroyska liðnum. NSÍ-leikarin er ikki við í Norðurírlandi. Í hennara stað er Julia Naomi Mortensen úr HB aftur at síggja frá byrjan.

[object Object]
At Heidi Sevdal ikki er við, er ein smeitur fyri føroyska liðið (Mynd: Sverri Egholm)

Óluvu Alannsdóttir Joensen verjir føroyska málið. Javngamli liðfelagin úr KÍ, Birita Ryan, verður í miðverjuni saman við Jacobu Langgaard úr ÍVB. Liðskiparin hjá KÍ, Sanna Svarvadal verður á høgra bakki, og Ásla Johannesen úr FC Nordsjælland verður vinstru bakkur og leiðir føroyska liðið. Á verjukenda miðvøllinum verður Elisabet Vang úr B36, og frammanfyri hana spæla Olga Kristina Hansen og Kára Djurhuus úr ávíkavist B36 og HB. Sara Samson Lamhauge (HB) verður í høgru síðu og Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir (ÍVB) í vinstru, meðan Julia Naomi Mortensen sum nevnt verður fremst.

Les eisini: Møta sterkari mótstøðu í kvøld

Dysturin móti Norðurírlandi byrjar kl. 19.00, og hann kann stroymast á heimasíðuni hjá BBC Sport Northern Ireland. Neyðugt er at stovna brúkara og rita inn fyri at síggja dystin - ókeypis.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder