Ein undankapping sum millum annað hevur havt eitt 13-0 tap við sær á heimavølli móti Norra fær í kvøld ein enda, tá føroysku A-landsliðskvinnurnar hitta Norðurírland í Belfast.
Føroyski hópurin er við gott mót, og er til reiðar at stríðast fyri Føroyar, sigur liðskiparin, Ásla Johannesen við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandinum.
– Vit kenna okkum klárar og væl fyri til dystin. Vit vita, at mótstøðan verður sterk, og at vit tí mugu vænta at verða lagdar undir nógv trýst, men vit arbeiða hart til venjing fyri at kunna standa ímóti og spæla okkum burturúr trýstinum. Tað er har, okkara fokus fyrst og fremst skal vera, sigur liðskiparin, sum dagliga spælir í bestu donsku deildini.
Ásla Johannesen (Mynd: Jens Kr. Vang)
Úrslitini í hesari undankappingini hava ikki verið av teimum bestu. Føroyar hava tapt allar dystirnar og hava einki mál skorað í undankappingini. Tó so hómar liðskiparin eina vónríka og spennandi framgongd fyri A-landsliðið.
– Vit kunnu ikki lata sum um, at hetta ikki hevur verið ein hørð undankapping. Hini liðini hava tikið seg nógv fram seinastu árini, og vit hava havt trupult við at fylgja við í onkrum av dystunum. Men hinvegin hava vit eisini ment okkum nógv gjøgnum hetta seinasta árið ella so.
Dysturin millum Norðurírland og Føroyar verður spældur á Seaview Stadium í Belfast í kvøld klokkan 19.00. Til ber at stroyma dystin beinleiðis á BBC Norðurírland. Neyðugt er at stovna brúkara og rita inn fyri at síggja dystin (ókeypis).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald