Fótbóltur

Kaj Leo fingið nýtt felag í Íslandi

Kaj Leo skiftir frá Vestmannaoyggjunum til Reykjavíkar; til meistaraliðið.

Kaj Leo í dyst móti Aserbadjan fyri mánaði síðani. Nú hevur hann skift felag í Íslandi
(Mynd: Sverri Egholm)

Kaj Leo í dyst móti Aserbadjan fyri mánaði síðani. Nú hevur hann skift felag í Íslandi (Mynd: Sverri Egholm)

2018-11-10 12:55 Author image
Agnar Prestá
placeholder

27-ára gamli Kaj Leo í Bartalsstovu hevur seinastu tvey árini spælt við ÍBV í Pepsi-deildini, ið er fremsta íslendska deildin. Hann kom frá FH eftir eitt hálvt ár á Hafnafirðinum. 

Nú er greitt, at Kaj Leo heldur fram í Íslandi nøkur ár afturat. Hann hevur gjørt sáttmála við sítt tiðja felag í landinum. Talan er um høvuðstaðarfelagið Valur, ið vann íslenska meistaraheiti í ár. 

Hetta er eitt spenanndi skifti hjá gøtumanninum, ið nú fær seg royndan hjá einum toppfelagið og í Champions League. Tað varð áhugi fyri føroyska landsliðsleikaranum hjá fleiri íslendskum feløgum. 

Kaj Leo í Bartalstovu kemur í Reykjavík at spæla undir Ólafi Jóhannessyni. 61-ára gamli venjarin stóð á odda fyri FH, tá liðið byrjaði at blanda seg í oddin í íslendskum fótbólti. Hann var eisini íslendskur landsliðsvenjari hjá Íslandi frá 2007 til 2011.

Valur og Kaj Leo hava gjørt ein trý-ára sáttmála.   


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder