2020-06-20 20:00
2. umfar í Pepsi Deildini í Íslandi byrjaði í dag. Valur, ið hevur fyrrverandi HB venjaran Heimir Gudjohnsson við róðri og Kaj Leo í Bartalsovu og Magnus Egilsson á liðnum, vóru í dag á vitjan hjá Grótta.
Tá 17 minuttir vóru farnir sendi Kaj Leo Í Bartalstovu eitt hornaspark innfyri, sum Haukur Páll Sigurðsson stútaði í netið. Bert átta minuttir seinni var Kaj Leo á blettinum tá hann økti til 0-2. Tá ein góður tími var leiktur skoraði Sigurður Egill Lárusson til 0-3, sum eisini gjørdist endaliga úrsliti.
Valur hevur eftir tveir dystir trý stig. Sunnukvøldið taka Gunnar Nielsen og FH ímóti Akranesi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald