15 ára gamla russiska skoytuprinsessan, Kamila Valieva sleppur at halda fram í olympisku kappingunum, hóast hon hevur latið eina positiva dopingroynd undan leikunum.
Hetta kunngjørdi hægsti ítróttarligi dómstólurin, CAS, í dag. Avgerðin kom eftir eina hoyring í málinum í gjár.
- CAS hevur gjørt av, at Valieva kann halda fram at luttaka á OL 2022. Nevndin er greið yvir reglurnar fyri fyribils útihýsing, men heldur, at hon eigur at verjast, tí at hon er “vardur íðkari” undir 16 ár, sigur aðalskrivarin í CAS, Matthieu Reeb.
CAS metir eisini, at tað vildi gjørt meira skaða, um hon varð burturvíst, ella fekk ein mildan dóm, skrivar nrk.no.
Málið er tó ikki avgreitt enn. Tað skal takast ein avgerð um positivu dopingroyndina og eina møguliga útihýsing seinni. Henda avgerðin er bara, at hon ikki fær eina fyribils útihýsing nú, og kann tí halda fram.
Men hon fær onki gullheiðursmerki í liðkappingini. Altjóða olympiska nevndin, IOC, hevur tikið avgerð um, at heiðursmerkini fyri kappingina, sum russar vunnu, ikki verða latin fyrr enn dopingmálið er avgreitt.
Um Valieva endar millum tríggjar tær bestu í einstaklingakappingini, so fer IOC ikki at loyva heiðursmerkjahandan.
Avgerðin vekir harma, hjá eitt nú amerikanarunum, sum vunnu silvur í liðkappingini.
- Vit vónaðu at fáa heiðursmerkini sum eitt lið. Men fáa vit ikki hesa upplivingina, so verður tað eitt stórt vónbrot. Hetta var nakað, vit megnaðu saman, sigur amerikanska Madison Hubbell.
Tað var fríggjadagin, at tað gjørdist alment, at unga skoytuprinsessan lat eina positiva dopingroynd 25. desember í fjør. Royndin vísti leivdir av bannaða evninum trimetazidin.
Úrslitið av royndini gjørdist ikki greitt fyrr enn 8. februar.
CAS vísir á, at hon ikki er testað positiv undir OL, og at hon heldur ikki kendi til úrslitið fyrr enn undir leikunum í Kina. Tey skriva eisini at gentan heldur ikki hevur havt møguleika fyri at koma við síni frágreiðing.
Valieva gjørdi veruliga vart við sínar gávur undir liðkappingini. Her megnaði hon sum fyrsta kvinnan at gera eitt ferfalt lop í olympiskari kapping.
Men so byrjaði tað at ljóða, at tað vóru dopingtrupulleikar við 15 ára gomlu gentuni. Og heiðursmerkjahandanin varð tí útsett orsaka av einum “løgfrøðiligum trupulleika”.
Les eisini: Kamila Valieva og liðfelagar hava ikki fingið gullheiðursmerkið
"Kamila, vit eru við tær!" stendur á ovurstórum ljósskeltum í Moskva (Myndir: EPA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald