Annað

Kamila Valieva og liðfelagar hava ikki fingið gullheiðursmerkið enn

Illgruni er um doping, men onki verður sagt tí Kamila Valieva er so ung.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-02-10 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt undarligt mál er uppstaðið undir vetrarolympisku leikunum í Beijing.

Mánadagin vunnu seks russiskir skoytuíðkarar – við 15 ára gomlu stjørnuni Kamila Valieva á odda – OL-gull í liðkappingini.

Men tey hava enn ikki fingið heiðursmerkini.

Heiðursmerkjahandanin, ið skuldi vera í gjár, varð útsett orsaka av eini hoyring av juridiskum slag, hevur olympiska nevndin, IOC, greitt frá sambært Reuters, uttan tó at koma inn á, hvat málið snýr seg um.

Fleiri miðlar skriva, at tað er Kamila Valieva, sum er trupulleikin, og málið fløkist av, at hon bert er 15 ára gomul.

Reglurnar hjá altjóða dopingnevndini, Wada, siga, at persónar undir 16 ár hava serliga verju móti almenninginum. Tað merkir, at mál, ið viðvíkja ungum íðkarum, ið hava brotið doping-lóggávuna, ikki skulu almannakunngerast.

[object Object](Mynd: EPA)

Russiska skoytusambandi hevur, eins og IOC, heldur ikki upplýst staklutir í málinum. Men sambandið undrast yvir, at heiðursmerkjahandanin er útsett, og krevur svar:

- Kamila Valieva er ikki útihýst frá at luttaka á leikunum. Vit rokna við at IOC fær greiði á hesum málinum, sigur Olga Ermolina, talskvinna fyri russiska skoytisambandið.

Sambært russiskum miðlum, skal Kamila Valieva vera testað positiv fyri at hava brúkt evnið Trimetazidine undan olympisku vetrarleikunum.

Trimetazidine er ein hjartaheilivágur, ið hjálpir móti hjartakrampa og pínu í bringuni, men er ólógligur í ítrótti. Hesi tíðindi eru ikki váttað alment.

Heldur ikki Wada vil koma við viðmerkingum í málinum.

Reuters skrivar í morgun,  sambært dr.dk, at Kamila Valieva hevur vant í eini íshøll í Beijing í morgun, og at venjari hennara sigur, at málið móti henni er ‘rein spekulasjón’.

Tá Kamila Valieva á veg út í umklæðingarrúmið eftir lokna venjing og fekk spurningar frá tíðindafólki, risti hon bara við høvdinum.

Eftir stóru russisku dopinggøluna fyri nøkrum árum síðani, sleppa ítróttafólk úr Russlandi framvegis ikki at kapast undir egnum flaggi, men bert sum umboð fyri olympisku nevndina í Russlandi, ROC.

Orðið Russland er í høvuðsheitum bannað í OL. Russiska flaggið er ongastaðni at síggja, og russiski tjóðsangurin verður heldur ikki spældur.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder