2022-03-28 09:10
Við einum 4-0 sigri á Jamaika í gjár hevur mannliga fótbóltslandsliðið hjá Kanada spælt seg til HM-endaspælið í Katar í vetur.
Hetta er fyrsta ferðin síðan 1986, at tað eydnast Kanada at spæla seg til eitt HM-endaspæl.
Tryggi heimasigurin merkir, at Kanada nú hevur tryggjað sær minst triðja plássið í norðuramerikansku HM-undakappingini. Ein dystur er eftir at spæla.
Í 13 sigrum hevur Kanada vunnið átta, spælt fýra javnar og tapt ein dyst.
Kanada hevur millum annað vunnið á USA, og tað var fyri fyrstu ferð í 42 ár í einum týðandi undankappingardysti.
1. apríl verður lutakastið um, hvussu spælt verður til HM-kappingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald