Tað er ógvuliga nógv uppá spæl í Katar hesa vikuna. Tað er sunnudagin, at HM-steypið skal handast, men fyrst skal greiða fáast um, hvørji lið skulu spæla um steypið á Lusail leikvøllinum.
Tað er í kvøld - eisini á Lusail - at greiða verður fingið á hesum. Tað er Kroatia móti Argentina - Modric móti Messi. Lágvaksnu stjørnurnar spæla allarhelst báðir í einum HM-endaspælið fyri seinastu ferð, og harvið gerst tað eitt svárt farvæl til annan einaferð í kvøld; hóast ein bronsudystur eisini er á skránni.
Hóast Kroatia hevur eitt fólkatal á bert umleið fýra milliónir og bert hevur havt møguleika at luttikið sum sjálvstøðugt í HM-høpi, so er hetta longu triðja hálvfinalan ið liðið av Balkan er í. Eins og í Russlandi fyri fýra árum síðani hevur talan verið um sigrar eftir brotssparkskapping á áttanda- og fjórðingsfinaluni, og tað hevði ikki komið óvæntað á, um kroatisku stríðsmenninir aftur spæla meira enn 90 minuttir í kvøld. Fríggjadagin feldur teir brasliansku favorittarnir - nú bíðar ein annar risi úr Suðramerika.
Málverjin Livakovic verður av røttum heiðraður. Hann hevur staðið eitt frálíkt HM-endaspæl og hevur serliga gjørt vart við seg úr ellivu metrum
Martinez bjargaði tveimum brotssparksroyndum, tá Argentina sendi Niðurlond út. Vónin hjá Messi livir enn (Myndir: EPA)
Argentina er favorittur á pappírinum. Suðuramerikansku meistararnir vunnu eisini eftir brotssparkskapping í sínari fjórðingsfinalu. 35-ára gamli Messi hevur enn møguleika at vinna sítt fyrsta heimsmeistaraheitið, so ógvuliga nógv er uppá spæl hjá liðnum hjá Scaloni. Argentina vann sítt HM nummar tvey í Meksiko í 1986. Tá var Diego Maradona heilt stóra stjørnan. Síðani hevur Argentina tvær ferðir verið í HM-finaluni - seinast í 2014.
Fyrra HM-hálvfinalan verður bríkslað í gongd klokkan 19 í kvøld. Í annaðkvøld spæla fronsu heimsmeistararnir móti Marokko, ið hevur tikið so at siga øll á bólki í endaspælinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald