Annað

Kappríðing við Leynavatn: Bragi og Jóna vunnu greitt

Útsetta kappríðingin við Leynavatn eydnaðist væl sunnudagin.

Bragi og Jóna Ólavsdóttir vunnu Tvíspor 1 flokk (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

Bragi og Jóna Ólavsdóttir vunnu Tvíspor 1 flokk (Mynd: Føroya Ríðingarfelag)

2022-06-23 13:05 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Aftaná ein vátan leygardag við Leynavatn, har tað gjørdist neyðugt at útseta kappríðinga til sunnudag, eyðnaðist sunnudagurin stak væl. Sólin skein oman og niðan, og nógv fólk vóru komin at hyggja at kappríðing, skrivar Føroya Ríðingarfelag.

Tað, sum oftast hevur størstan áhuga er Tvíspor 1 flokkurin, har fýra ross kappaðust. Har var tað eiðishesturin Bragi við Jónu Ólavsdóttir, sum tóku við, har tey sleptu í fjør, og vunnu greitt við tíðini 20,21. 

Nummar tvey var Marengo við Halli Hansen á bakið. Har var tíðin 21,40. Nummar trý gjørdist Svanna og Barbara Carlsen. Teirra tíð var 21.44.

Tvíspor ung var eisini sera spennandi, og vóru har fleir áhugaverdir riðlar. Flokkin vann Sirkill úr Nólsoy við Ranju K. H. Djurhuus á bakið. Har var tíðin 20,26, og bara fýra hundrandapartar aftanfyri Sílfa og Ása Bárðardóttir. Nummar trý var Báran við Fíu Nolsøe á bakið.

Hinar greinarnar vunnu hesi:

  • Tølt: Strákur og Bárður Johannessen
  • Skeið: Orka og Ranja K.H. Djurhuus
  • Trav: Grettir og Hallur Hansen
  • Tvíspor 2 flokk: Tindur og Barbara Carlsen

Aftaná FM-kappingina var stuttleikakapping, og hana vann Yrsa H. Djurhuus á hestinum Hepna, skrivar Ríðingarfelagið.

Allar tíðirnar frá sunnudegnum síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder