Kappróður

Kappróðrarfelag sett á stovn í Hvalba

Sjey fólk eru í fyrstu nevndini hjá felagnum. Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag (HSK) skal hava búmerki og navn til bárin, sum er latin felagnum.

Stovnandi aðalfundurin hjá kappróðrinum í Hvalba var mikudagin, og skjótt fer ein kappróðrarbátur at síggjast her (Mynd: Pól Sundskarð)

Stovnandi aðalfundurin hjá kappróðrinum í Hvalba var mikudagin, og skjótt fer ein kappróðrarbátur at síggjast her (Mynd: Pól Sundskarð)

2023-03-03 13:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Áhugin at rógva kapp er vaksandi ymsastaðni í landinum, og nú eru trý virkin feløg í Suðuroynni. Hvalbiar Sóknar Kappróðrarfelag, HSK, verður lagt afturat Froðbiar Sóknar Róðrarfelag og Vágs kappróðrarfelag.

Suðurrás skrivar á heimasíðu sínari, at stovnandi aðalfundurin hjá kappróðrinum í Hvalba var í gjár, at viðtøkurnar blivu einmælt samtyktar, og ein nevnd varð vald, fer at skipa seg komandi dagnarnar.

Í nevndina komu:Rúni Thomsen, Brandur Rúnason, Nóa Thomsen, David Thomsen, Jón Thomsen, Martin Berg og Amy Thomsen.

- Á fundinum bleiv tað eisini samtykt, at nýtt búmerki skal gerast til felagið, og at báturin, sum er latin felagnum, skal eisini hava nýtt navn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder