Eitt heldur óvæntað venjaraskifti í føroyskum hondbólti er kunngjørt seinnapartin. Tað er Norðlýsið, ið skrivar, at venjaraskifti er í Stjørnuni.
Christoffur Gert Nielsen hevur í eitt og eitt hálvt kappingarár vant besta kvinnuliðið hjá Stjørnuni, men avtala er nú gjørd millum Stjørnuna og Christoffur um, at samstarvið steðgar.
- Stjørnan takkar Christoffuri fyri tíðina, hann hevur virkað í felagnum og ynskir honum alt tað besta.
Stjørnan liggur í løtuni á 3. plássi í SMS-deildini, men hevur framvegis sín fyrst sigur móti øðrum topp-fýra liði til góðar.
Víðari verður boðað frá, at ein annar havnarmaður tekur yvir. Sambært Norðlýsinum er gjørd við Kára Horn um, at hann skal venja besta liðið hjá felagnum. Fyribils er talan um restina av kappingarárinum.
Kári Horn hevur síðst verið venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neistanum og áður hjá VB - bæði hevur hann leitt í steypafinalur. Stjørnan spælir aftur 13. januar - á heimavølli móti EB - síðani er steypakapping á skránni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald