Fótbóltur

Karl Løkin aftur í ÍF

Eftir eitt hálvt ár í Víkingi hevur miðvallarin skift til ÍF.

2018-12-16 08:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyriuttan eitt ár í bandómsfelagnum NSÍ, spældi Karl Løkin við ÍF í tíðarskeiðnum 2010-2016. Verjukendi miðvallarin spældi 151 dystir fyri flaggskipið í Fuglafirði, har hann millum annað var við at spæla ÍF í tvær steypafinalur og til tvey silvurheiðursmerki í landskappingini.

Í 2017 fór Karl aftur til NSÍ, har hann hevði eitt gott ár; var við at vinna steypakappingina og varð úttikin til landsliðið. Í summar skifti 27-ára gamli leikarin til Víking, men steðgurin gjørdist stuttur. Í gjár boðaði ÍF frá, at Karl Løkin var komin aftur til felagið.

Sambært Faroe Soccer hevur Karl spælt 202 dystir í fremstu deildini. Hann hevur skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við ÍF. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder