Fótbóltur

Karstin vil gjarna halda fram á Skála

Ungi málverjin hevur framvegis sáttmála við NSÍ, men einki er avgjørt um komandi ár enn.

Karstin Hansen, her sum málverji hjá føroyska U21-landsliðnum, í dystinum móti Litava herfyri
(Mynd: Sverri Egholm)

Karstin Hansen, her sum málverji hjá føroyska U21-landsliðnum, í dystinum móti Litava herfyri (Mynd: Sverri Egholm)

2018-10-24 16:36 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nøkur ár var Karstin Hansen eykamálverji hjá NSÍ. Ungi málverjin gjørdi tað væl, tá hann kom inn fyri skadda Símun Rògva Hansen ímóti endanum av 2017, og eftir kappingarárið í fjør varð hann leigaður út til Skála, ið manglaði ein málverja.

21-ára gamli málverjin hevur spælt eitt gott kappingarár á Skála. Karstin hevur spælt allar dystirnar uttan ein í Betri-deildini. Í teimum 25 dystunum, ið Karstin Hansen hevur verið aftasti skanski, eru 36 mál farin inn. 

Á U21-landsliðnum hevur Karstin bitið seg fastan og staðið fleiri sera góðar dystir; fyrst í Finnlandi, ið var fyrsti dysturin hjá glyvramanninum á U21, og serliga í Póllandi fyri stuttum har Karstin Hansen hevði nakrar framúr bjargingar. Báðir hesir dystirnir endaði við 1-1 javnleiki.

Spurningurin er so, um Karstin Hansen skal yvirum fjørðin aftur at spæla. NSÍ hevur í løtuni Tórður Thomsen sum fyrstamálverja, og ársins málverji í fjør, Símun Rógvi Hansen hevur sitið úti alt árið við skaða. Karstin hevur tvey ár eftir av sáttmálanum við barndómsfelagið. Hann sigur við portal.fo, at hann og NSÍ ikki hava tosað sman um komandi ár enn.

Karstin sigur eisini, at hann vónar at sleppa at halda fram á Skála, har hann trívist sera væl. Skála longdi við venjaran Eyðun Klakstein í vikuskiftinum, og tykjast at vilja byggja uppá gongdina komandi ár.

Skála hevur 29 stig og fer at enda á 6. plássið. Seinasti dysturin hjá liðnum er leygardagin móti B36.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder