Hondbóltur

Kavi og vindur í Keflavík: Íslendska liðið noyddist við Atlantsflogi

Flogfarið úr Føroyum er tað seinasta, sum er lent á altjóða islendska flogvøllinum í dag. Harvið sluppu íslendsku hondbóltskvinnurnar við til Føroya - Icelandair fleyg ikki.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-04-06 15:57 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er illverður í Íslandi. Vindur og kavi seta sín dám á, og RÚV skrivar um millum annað veðurávaringar, skaðar og flogavlýsingar.

Hetta ávirkar millum annað íslendska kvinnulandsliðið í hondbólti, sum mikudagin skal spæla lykladyst í EM-undankappingini við Tjarnir.

Íslendska ferðalagið skuldi eftir ætlan lenda í Føroyum klokkan 13:25 við Icelandair. Men trupulleikar við flogferðsluni í Keflavík gjørdi, at hetta flogfarið ikki fór avstað.

Ístaðin var fingið soleiðis í lag, at íslendski hópurin slapp við flogfarinum hjá Atlantsflogi, sum lendi í Vágum 14:49. Nakað seinkað men við millum annað hondbóltsspælarum, skrivar handbolti.is.

Føroyar og Ísland spæla lagnudystin við Tjarnir mikukvøldið klokkan 19. Vinna føroysku kvinnurnar, so er EM-atgongumerkið so at siga í hús.

Sí eisini:Lagnudystir við Tjarnir leygardagin

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder