FM-fjórðingsfinalurnar eru spældar, og í dag spæla fleri av føroysku landsliðsspælarunum uttanlands seinastu dystirnar undan páskum - og undan landsliðssteðginum.
Talan er um eitt lagnu-landsliðsvindeyga fyri føroysku kvinnurnar. EM-atgongumerki er uppá spæl í næstu viku, tá Føroyar fyrst taka ímóti Íslandi (mikudagin 8. apríl klokkan 19) og síðani spæla í Montenegro í seinasta umfarið í undankappingini (sunnudagin 12. apríl klokkan 18)
Treytirnar hja Føroyum eru sum so einfaldar: Alt er í egnum hondum hóast tapið í Portugal í undanfarna umfari.
Um Føroyar vinna móti Íslandi mikukvøldið, er EM-plássið so gott sum tryggjað
Støða í bólkinum eftir fýra av seks umførum:
1. Montenegro 6 stig
2. Føroyar 4 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig *
4. Ísland 2 stig
Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum
* Føroyar enda við at vera betri innanhýsis enn Portugal, og hetta hevur avgerandi týdning, um liðini enda ájøvn í stigum.
Harvið gevur føroyskur sigur mikukvøldið og og portugisiskt tap hóskvøldið EM-pláss til Føroyar
![]()
![]()
Føroyar vunnu móti Íslandi í 1. umfari í undankappingini, og tað kann gerast ógvuliga týðandi. Síðandi hevur Ísland tó vunnið ein venjingardyst í Føroyum og ein innanhýsis dyst í HM-endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)
Portugal tekur ímóti Montenegro hóskvøldið. Har er útiliðið favorittur, og um oddaliðið í bólkinum livir upp til hetta, og Føroyar samstundis fáa stig móti Íslandi, so enda Føroyar í minsta lagi nummar trý í bólkinum.
Ísland og Portugal hittast í seinasta umfari, og tað er ein fyrimunur fyri Føroyar.
Hinvegin skulu føroysku kvinnurnar til Montenegro at spæla næsta vikuskifti - á pappírinum truplasti dystur í bólkinum - og um Ísland fer avstað við sigrinum við Tjarnir, so fer tað at verða ógvuliga tepurt í stríðnum um EM-pláss.
Fyrimunurin hjá Føroyum er, at man er betri enn Portugal innanhýsis eftir teir báðar dystirnar í apríl (betri innanhýsis málúrttøku).
Tað endaði eisini við tvey-máls sigri í Reykjavík í oktober í fjør, og harvið kann eitt eitt-máls tap við Tjarnir mikukvøldið væl vísa seg at verða nóg mikið í tætta bólkinum. Um lið enda ájøvn í stigum, eru tað innanhýsis uppgerðirnar, sum eru avgerðandi.
Tvey tey seinastu umførini í undankappingarbólki 4:
Mikukvøldið 8. apríl
19.00: Føroyar - Ísland
Hóskvøldið 9. apríl
19.00: Portugal - Montenegro
Seinasta umfar, sunnudagin 12. apríl
18.00: Montenegro - Føroyar
18.00: Ísland - Portugal
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Rakul Wardum, Ringkøbing Håndbold (DEN)
Annika Fríðheim Petersen, EH Aalborg (DEN)
Bakkar:
Elsa Egholm, Ajax København (DEN)
Jana Mittún, Viborg HK (DEN)
Maria Pálsdóttir Nólsoy, HH Elite (DEN)
Marita Mortensen, HØJ (DEN)
Lív Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Súna Krossteig Hansen, Skanderborg Håndbold (DEN)
Natasja Hammer, Stjarnan (ISL)
Vengur:
Brynhild Pálsdóttir, BK Ydun (DEN)
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen, VÍF
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, H71
Rannvá Olsen, Ejstrup/Hærvejen (DEN)
Strikur:
Pernille Brandenborg, Storhamar (NOR)
Vár Bentsdóttir Zachariasen, Ajax København (DEN)
Bjarta Osberg Johansen, Kyndil
Føroyski hópurin byrjar av álvara fyrireikingarnar 2. páskamorgun. Portalurin og FM1 hava nógv tilfar í næstu viku.
Sí eisini: Sami hópur sum seinast til lagnudystirnar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald