Chisinau, Moldova (Portalurin): Sum boðað varð frá leygardagin, legst Aron Benjaminsen nú afturat A-landsliðshópinum. Eyðun Klakstein róði framundir hesum í sambandi við úttøkuna fyri 13 døgum síðani, og eftir at Aron hevði skorað bæði føroysku málini í U21-sigrinum í Estlandi fríggjakvøldið.
Sí eisini: U21-landsliðið hevur sett met og vunnið helmingin av dínum dystum
Hoyr eisini: Tvey mál og stigamet hósdagin - nú úttikin til A-landsliðið: - Hetta er fantastiskt
Ætlanin var, at 18-ára gamli strandingurin skuldi fara við leiguflogfarinum, sum fór úr Føroyum til Moldova seint í gjárkvøldið. Men hetta gekst ikki.
Flogfarið, sum skuldi lenda úr Keypmannahavn í gjárkvøldið, lendi ikki vegna ov nógvan vind.
Ístaðin fór ferðalagið við millum annað U21-landsliðnum til Keflavíkar, har gist varð í nátt.
Meðan hini fóru til Føroyar í morgun, fór Aron Benjaminsen við flogfarið til Berlin. Eftir nakað av bíðitíð har fleyg Hearts-spælarin víðari til høvuðsstaðin til Molsova, har hann lendi fyri løtu síðani. Hetta var fjórði flogtúrurin hjá unga føroyinginum síðani seinnapartin í gjár.
Aron er komin á gistingarhúsið hjá spælarunum, har hann longu er farin í venjingarhølini. Í morgin venur vinstrabeinti vongurin saman við hinum á vøllinum, og týsdagin kann Aron Benjaminsen á fyrsta sinni spæla við A-landsliðnum.
Summir miðlar og viðmerkjarar eftirlýstu, at 18-ára gamli spælarin var ein møguleiki, tá Føroyar tørvaðu eitt mál í 2. hálvleiki móti Kasakstan.
Les eisini: Hálvkeðiligt úrslit í kuldanum á Tórsvølli
Andrias Edmundsson: - Úrslitið og verjuspælið í sambandi við teirra mál ikki nóg gott
Føroyar og Moldova spæla í 2. umfari í Nations League-bólkinum klokkan 17 føroyska tíð. Portalurin og FM1 eru á staðnum og hava ymiskt tilfar - millum annað sending í morgin klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald