Í undankappingum til U21 EM 2023 og 2025, tá spælarar úr árgangunum 2000-2004 spældu, vunnu Føroyar 10 stig. Í tí fyrru var Sámal Erik Hentze (Bagge) høvuðsvenjari við Atla Gregersen sum hjálparvenjara og í tí seinna stóð núverandi landsliðsvenjaratoymi, við Eyðuni Klakstein sum oddamanni, við róðrið.
Í 2020, við Bagga og Hegga Samuelsen og nógvum spennandi spælarum, vunnu Føroyar tríggjar av fimm dystum, so U21-landslið okkara hava sum heild staðið seg væl seinastu árini.
Eitt stigamet hevur ligið og lúrt, og nú átta dystir eru spældir í undankappingini til EM 2027 er tað tikið. Hetta við fýra sigrum
Sí eisini: Aron avgjørdi í Estlandi - Føroyar hava sett stigamet
Sí meira um dystin í kvøld her
Gamla metið varð sett í 2009 og 2010, tá 1988-1991 árgangirnir, við Halli Hansson úr 1992-árganginum eisini, vunnu Føroyum 11 stig í 10 dystum. Millum annað avgjørdi ein 17-ára gamal Jóan Símun Edmundsson minniligan dyst móti Russlandi.
Tá vóru Bill Mc. Leod Jacobsen og Heðin Askham venjarar, sum teir vóru fyrstu undankappingarnar hjá U21.
Ólavur Mikkelsen tók við undan hesari undankappingina, sum byrjaði við trimum sigrum á rað í 2025: Móti Estlandi heima og Íslandi og Luksemborg á útivølli.
Ógvuliga flott og nú skulu føroyingar royna at endurtaka hetta "hattrikki". Eydnast tað aftur, samstundis sum Sveis missir stig tvær ferðir afturat, kunnu Føroyar koma til U21 EM-endaspælið í 2027.
Støðan í bólkinum - tvey tey fremstu liðini eftir tíggju umfør koma til EM-endaspælið
1. Frakland 16 stig *
2. Sveis 14 stig *
---------------------
3. Ísland 12 stig
4. Føroyar 12 stig
5. Luksemborg 4 stig **
6. Estland 2 stig
* Ein dyst færri (7)
** Tveir dystir færri (6)
Føroyar taka ímóti Luksemborg í Klaksvík mikudagin 30. september klokkan 17. Talan verður um lykladyst fyri Føroyar.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald