Í gjárkvøldið gjørdi farsóttarnevndin av, at hópurin hjá Slovan Bratislava, ið er raktur av korona - fysioterpaeuturin er smittaður - skal í sóttarhald ella av landinum.
Les meira: Slovan Bratislava skal í sóttarhald ella av landinum
Tað er tó UEFA, ið hevur endaligu avgerðina um dystin, og fyrrpartin hevur fundur hevur verðið í Klaksvík, har umboð fyri KÍ, UEFA, FSF og Slovan Bratislava vóru til staðar.
- UEFA hevur gjørt slovakum greitt, at teir kunnu manna eitt nýtt lið, sum skal hava negativt Covid-19 kanningarúrslit. Harafturat skal nýggja liðið vera í Føroyum í seinasta lagi hósmorgunin. So kann dysturin spælast fríggjakvøldið í Klaksvík.
Soleiðis skrivar KÍ á heimasíðu sínari um avgerðina og krøvini hjá evropeisku fótbóltssamgongini. Harvið kunnu eykaleikarar og ungdómsleikarar hjá felagnum, ið ikki eru í sóttarhaldi, koma til Føroyar innan eitt samdøgur og spæla Champions League-fótbólt í Klaksvík. Um so er, at slovakiska felagið avgerð hetta, verða leikararnir kannaðir við komu og skulu sjálvandi verða testaðir negativt fyri at kunna spæla.
Nú snýr tað seg um hjá Slovan Bratislava at fáa sett eitt nýtt lið saman - teir ið komu til Føroyar eru sum skilst á Hotel Brandan í sóttarhaldi.
- Hetta hevur Slovan Bratislava rætt til sambært UEFA reglugerð, og tí fáa vit ikki gjørt annað enn at bíða, sigur Tummas Lervig, formaður í KÍ.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald