Trý føroysk feløg skulu í hesari vikuni stríðast fyri at koma víðari í Europa. Dýrabær stig eru uppá spæl, og B36 og NSÍ skulu vinna fyri ikki at vera liðug í Evropa í ár. Um KÍ er fyri ósigri í Sveis, fær liðið ein nýggjan møguleika - í Europa League.
Tað er nógv, sum bendir á, at tað fer at henda. Young Boys er í løtuni suverent í Sveis og hevur vunnið meistaraheiti trý ár á rað. Liðið hevur eisini fýra ár á rað verið í evropeiskum bólkaspølum: Tríggjar ferðir í Europa League og í Champions League í 2017-2018, har Juventus tapti í Bern. Liðið er ikki komið víðari úr bólkaspælinum hesi árini, men saman við/aftaná Besiktas (B36 í 2018) er hetta sterkasta liðið, ið føroyskt feløg hava spælt ímóti seinastu árini.
Klaksvíkar kommuna gjørdu nógv burturúr, tá KÍ skuldi spæla á heimavølli í farnu viku (Mynd: Sverri Egholm)
Tó er dysturin sera spennandi fyri KÍ og føroyskan fótbólt, og Klaksvíkar Ítróttarfelag og Kringvarp Føroya hava gjørt avtalu um at vísa Champions League dystin ímillum Young Boys og KÍ.
- KÍ hevur í longri tíð arbeitt við at funnið tann rætta leistin fyri at vísa okkara evropeisku dystir í sjónvarpinum. Vit ynskja at okkara fjepparar skulu fáa eina so góða uppliving sum gjørligt. Tað krevur, at eitt sindur verður gjørt burturúr sendingini, eitt nú við sjónvarpstovu har viðmerkjarar leiða fjepparan ígjøgnum dystin. Seinastu dagarnar hava vit verið í samrá við ymiskar sjónvarpsrásir, bæði í Føroyum og Danmark, sum hava ynskt at víst dystin. Nú er avtala gjørd við Kringvarp Føroya, sum fer at gera nógv burturúr sendingini, har tey fara at senda áðrenn, í hálvleikinum og aftana dystin. Hettar fegnast vit um, sigur Rói Clementsen, samskipari av sjónvarpsrættindinum hjá KÍ.
Kringvarpið byrjar at senda klokkan 19.00.
RÁS 1 og AberdeenTV
Eins og við dystinum á Gibraltar í seinastu viku, hevur B36 gjørt avtalu við Televarpið um at vísa Europa League-dyst B36 varð styrkismett til umfari, orsakað av góðu úrslitinum í 2016, og hevur ein á pappírinum góðan møguleika at koma víðari móti Levadia Talinn, ið endaði nummar tvey úr Estlandi í fjør. Dysturin á Tórsvølli byrjar klokkan 19.00 hóskvøldið, og hann verður vístur ókeypis á Rás 1.
NSÍ hevur als ikki somu treytir. Dysturin verður leiktur í Aberdeen, og skotska deildin er nógv sterkari enn tann estiska. Vit hava frætt frá NSÍ, at dysturin kann stroymast her, men at ein noyðist at tekna sær hald fyri at síggja dystin. Tó ljóðar, at tað er ein møguleiki fyri, at hann verður at síggja í Televarpinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald