Fótbóltur

KÍ avstað við øllum í Runavík

Í NSÍ-leguni var stór ónøgd um bæði málini hjá KÍ.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-06-28 20:58 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Klaksvíkingar eru ikki avskrivaðir í FM-stríðnum enn. HB tapti fyrr í kvøld móti B68, og við sigri móti NSÍ í kvøld eru bara seks stig upp til havnarmenn á øðrum plássi.

NSÍ lá annars leingi til at vinna dystin. Klæmint Andrasson Olsen legði runavíkingar á odda í 56. minutti, men ikki fyrr enn sjey minuttir vóru eftir javnaðu trífaldu føroyameistararnir.

Tað var tá Páll Klettskarð stóð klárur eftir eina hálvbjarging frá NSÍ málverjanum Kristiani Joensen, og sett bóltin í netið.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat var brotsspark dømt móti NSÍ. Árni Frederiksberg var settur at skjóta og hann gjørdi sína skyldu. 2-1 til KÍ, sum fór avstað við øllum trimum stigunum.

Í NSÍ leguni var stórnøgd um bæði málini hjá KÍ. Í fyrra málinum um, at dómarin Kári á Høvdanum ikki steðgaði spælinum áðrenn málið, tí NSÍ-spælari lá niðri og tók seg til høvdið.

Í seinna málinum var ónøgd um, at dómarin ikki dømdi fríspark fyri hevnisøku, tá KÍ var á veg fram at leggja seg á odda.

KÍ hevur nú 33 stig, og bara seks stig eru upp til HB og Víking á deildum fyrsta plássi. Tað skal tó nevnast, at Víkingur hevur leikt ein dyst færri, og tekur ímóti EB/Streymi í annaðkvøld.

Við sigri í kvøld, kundu runavíkingar blanda seg í bronsustríðið, men tað verður ikki fyribils, nú átta stig eru upp til KÍ.

NSÍ - KÍ 1-2 (0-0)
56' Klæmint Andrasson Olsen 1-0
83' Páll Andrasson Klettskarð 1-1
90+5' Árni Frederiksberg 1-2

Støðan Betri deildin menn

1. Víkingur 39 stig
2. HB 39 stig*
3. KÍ 27 33 stig*
4. NSÍ 25 stig*
5. B36 20 stig
6. 07 Vestur 18 stig
7. Skála ÍF 13 stig
8. B68 10 stig*
9. EB/Streymur 7 stig
10. ÍF 3 stig

*Ein dyst fleiri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder