Fótbóltur

KÍ eigur jørð í Kunoy

Ítróttarfelagið KÍ eigur ikki færri enn 4528 fermetrar av jørð oman fyri bygdina í Kunoy.

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

(Mynd: Birgir Waag Høgnesen)

2022-03-04 10:02 Author image
Birgir Waag Høgnesen
placeholder

Ikki munnu tað vera mong, sum vita um eitt ítróttarfelag, ið eitur Kunoyar Ítróttarfelag stytt KÍ.

Tá ein hyggur á heimasíðuna kortal.fo kemur man fram á upplýsingar, sum benda á, at eitt ítróttarfelag einaferð, ella møguliga enn, er til í Kunoy.

Eigaraupplýsingar fyri martikul nummar 70, sum er eitt stykkið, ið liggur sunnan fyri viðarlundina í bygdini Kunoy, vóru so mikið áhugaverdir, at vit settu okkum fyri at kanna málið.

Staðið, har stykkið er, eitur ”Uppi á Dal” og er 4528 fermetrar til víddar. Í dag sæst farvegur eftir einum fótbóltsvølli og tvey, niðurfallin, mál standa har í dag. 

Tá vit vóru í kunoy sást tíðuligt slit á grasvøllinum, so børn brúka enn hetta stykkið til hugnafótbólt.

Vit kunnu her upplýsa, at hetta stykkið hevði verið ov lítið til ein góðkendan FIFA-fótbóltsvøll í Betri-deildini. Ein slíkur vøllur skal hava mátini 100 til 105 til longdar og 65 metrar í breidd, so kunoyingar mugu keypa meira jørð, um so er, at teir ætla sær ein slíkan vøll.

Søgan
Gjørt er eitt ávíst arbeiði fyri at leita upp gerðabøkur og ymiskt annað, sum felagið eigur, og tað hevur eydnast í ávísan mun.

Undirritaði setti seg í samband við nakrar kunoyingar, sum vilja verða ónevndir, teir siga, at felagið KÍ eigur bæði ítróttarøkið og hartil eisini eina konto í Norðoya Sparikassa.

Okkurt av heimildarfólkum okkara vilja vera við, at felagið er stovnað í 1890-unum og var tá eisini eitt lesifelag. Onnur, vit hava tosað við, eru ikki samd um árstalið 1890, men vit kunnu staðfesta, at Kunoyar Ítróttarfelag í hvussu so er hevur havt aðalfund 5. februar 1923, og frá tí fundinum hava vit lógir felagsins, sum eru at síggja niðanfyri.

Í fundarbókini fyri tann dagin stendur (orðarætt endurgivið): ”Kunoyar Itróttarfelag helt fund 5/2 –1923 í samkomuhúsinum og vitikið var at fáa eitt ploss til fótbóltsplen, sum játta bleiv av ognarunum. Innskodi bleiv ásett at verða 3 krónur pá hvønn lim, og tjúðu tímar pligtarbeiði ið uppfylgt skuldi verða innan oktobermanans útgang, ella útroyast við 55 oyru fyri hvønn tíma. 

Valg av fyristøðumonnum – valdir blivu Dánjal J. Pállsson, Páll M. Jógvanson og Niels P. Mikkelsen”. (Sitat slutt).

Í ymiskum kladdubókum hjá felagnum, sum vit hava fingið innlit í, sæst at fundir eru av og á, men í flestu førum er fótbóltsvøllurin til viðgerðar, í 1930, 1935 og 1938 eru nakrir fundir, men lítið sæst til nakað felagsarbeiði, annað enn at okkurt eydnuhjól ella lutaseðlasøla skal fyriskipast.

Klaksvíkingar á limalistanum
Í limalistanum hjá KÍ, sum er tøkur aftur til 1939, sæst, at tað eru næstan bara kunoyingar á listanum, men limalistin vísir eisini, at klaksvíkingar flýggja til Kunoyar undir krígnum, tí í 1942 koma nøvn á klaksvíkingum eisini á limalistan.

Felagið í Kunoy sovnaði spakuliga burtur, men áðrenn tað, hava teir so fingið ognað sær tað 4528 fermetrar stóra stykkið, sum liggur oman fyri bygdina.

Ikki fyrrenn í 60-unum og eisini í 70-unum fóru menn aftur at hugsa um at fáa lív aftur í felagið, men tær royndirnar eydnaðust ikki, og onkur roynd er gjørd síðan.

Ikki er tað skjalfest, men felagið helst er stovnað í 1923 og eigur eina sparikassabók, gerðabók, nakrar kladdubøkur og ein fótbóltsvøll oman fyri bygdina.

Um onkur av lesarum okkara veit meira um felagið, er viðkomandi vælkomin at seta seg í samband við okkum á portal.fo.

(Orðarætt úr gerðabókini)

Lóv fyri Kunoyar Ítróttarelag

5. februar 1923

Navn felagsins er Kunoyar ítróttarfelag og yrki felagsins er, at fáa samla fólk til at mennast í ídrottum, sum fótbólt og hondbólt, krokspæl og anna –svimjing og kappróður.

§ 2 Limur kann ein og hvør gerast, sum er 14 ára gamalur.

§ 3 Limagjaldið verður ásett fyri eitt ár ísenn av stjørn felagsins.

§ 4 At fara úr felagnum má skriftligt leggjast fram fyri stjørn felagsins.

§ 5 Tann sum slettar seg úr felagnum, eigur einkið krav til felagsins rættindir og ognir.

§ 6 Stjørn felagsins velist fyri eitt ár – hvør limur er sjildigur at móttakað valg.

§ 7 Bestýrilsi bestendur av 3 limum og tveir tiltaksmenn.

§ 8 Uppskot til lovbroytingar verða framlagt á aðalfundi.

Splittast felagið og nøkur ogn verður, skal hon falla til Kunoyar kommunalkassa

(Hendan greinin var fyrstu ferð á prent í 2007, men er rættað eitt sindur til tíðina í dag)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder