Eins og tvey tey seinastu árini var oddadystur á Summar Festivalinum. Aftur í ár var góðveður og ein rúgva av fólki kring vøllin í Djúpumýru. Eins og í 2017 var Víkingur á vitjan. Tá endaði tað 1-1 í tøttum dysti; hesaferð vann heimaliðið 2-0, og tað var Jóannes Bjartalíð, ið var í høvuðsleiklutinum.
Hjá Víkingi var Sølvi Vatnhamar vorðin tøkur, og útiliðið var í sterkastu uppstilling. KÍ var uttan leikbannaða Deni Pavlovic og skadda Simen Sandmæl.
KÍ var meira á bóltinum frá byrjan av. Tað var eisini heimaliðið, ið hevði fleiri støður fyrra partin av hálvleikinum - serliga var tað eftir hornaspørk frá Patrik Johannesen úr vinstru síðu. Har gjørdist tað heilt vandamikið kring málteigin nakrar ferðir, men KÍ'arnir fingu ikki heilt stýrt bóltinum í málið. Hetta burdi Páll Klettskarð helst gjørt stutt eftir at farið var um miðjan 1. hálvleik, men eftir frálíka innleggi frá Jóannes Bjartalíð stútaði áleyparin á yvirleggjaran.
Hetta var størsti møguleikin fyri steðgin, men Vìkingur hevði fleiri góðar støður. Serliga var tað uppá umstillingar og deyðbóltar, at teir í ljósabláum hóttu. Tað gjørdist tó ikki heilt vandamikið; oftast vórðu skotini blokeraði ella fóru tey nakað omanfyri. Eina løtu í 1. hálvleiki vóru víkingarnir omaná, og tvær ferðir vildu teir hava brotsspark, tá ein í ljósabláum fór umkoll í brotsteignum
Eftir ein málleysan fyrra hálvleik gekk ikki leingi til mál kom á nýggja graslíkinum. Jóannes Kalsø Danielsen trektu eitt sindur inn úr høgru, spældi bandaspæl og slepti síðani bóltinu til Jóannes Bjartalíð. Staddur áleið 20 metrar frá málinum smekkaði 10'arin hjá KÍ til við vinstra beininum, og Elias Rasmussen fekk akkurat ikki fatur á flata skotinum, og bólturin fór umvegis stólpan í málið.
Løtuna eftir hetta var KÍ fullkomiliga omaná, og var sera nær við at økja tvær ferðir. Fyrst stútaði Jóannes Danielsen gott frísparksinnlegg frá Bjartalíð á stongina, og síðani gjørdist Páll púra leysur, eftir at innskifti Boris Dosljak spældi sera væl innum verjuna hjá Víkingi, men skotið fór framvið.
Víkingarnir komu skjótt væl betri við og løgdu líðandi meira trýst á KÍ. Í mun til í 1. hálvleiki vunnu víkingarnir fleiri nærdystir og 2. bóltar enn heimaliðið, og støðurnar gjørdust fleiri. Heilt vandamikið gjørdist tað áleið sjey minuttir fyri leiklok, tá bólturin kom innfyri aftur í samband við deyðbólt, og ein vælleikandi Jesper Brinck var noyddur at rudda burtur á mállinjuni, eftir at Gunnar Vatnhamar stútaði. Í 89. minutti datt bólturin til Sølva í KÍ-brotsteiginum, men hann rakti bóltin illa.
Fjáltur var á KÍ-áskoðarunum, meðan Víkingur stríddist fyri at fáa eitt útjavnandi mál, ið hevði verið sera týdningamikið fyri Víking. Men liðið hjá Sámal Erik Hentze tapti triðja oddadystin á rað. Jóannes Bjartalíð staðfesti sigurin beint sum yvirtíðin byrjaði, tá Semir Hadzibulic spældi hann leysan. Hesaferð var tað umvegis hin stólpan, at bólturin fór í málið.
KÍ er harvið einsamalt á odda, meðan tað nú sær ógvuliga tungt út hjá Víkingi í FM-stríðnum.
Betrideildin - 18. umfar:
Fríggjadagin 09.08, Djúpumýra:
(18.15): KÍ-Víkingur 2-0 (0-0)
50'min Jóannes Bjartalíð 1-0
90'min Jóannes Bjartalíð 2-0
KÍ(4-2-3-1/4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Steinbjørn Olsen, Jesper Brinck, Ísak Simonsen - Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen (L) - Darius Lewis (45' Boris Dosljak), Jóannes Bjartalíð, Patrik Johannesen (90' Børge Petersen) - Páll A. Klettskarð (65' Jonn Johannessen)
Gult kort: Patrik Johannesen
Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen - Elias Lervig, Vukasin Tomic, Atli Gregersen (L), Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Heðin Hansen - Dion Splidt (75' Andreas Lava Olsen), Sølvi Vatnhamar, Philip Djordjevic - Adeshina Lawal
Gult kort: Vukasin Tomic
Støðan:
1. KÍ (38 stig) 16 dystir
2. NSÍ (35 stig) 15 dystir
3. Víkingur (35 stig) 18 dystir
4. B36 (35 stig) 16 dystir
5. HB (34 stig) 17 dystir
6. Skála (21 stig) 17 dystir
7. TB (18 stig) 17 dystir
8. EB/Streymur (9 stig) 17 dystir
9. AB (8 stig) 17 dystir
10. ÍF (5 stig) 16 dystir
Sunnudagin 11.08:
15.00:
AB-ÍF
TB-Skála
B36-EB/Streymur
19.00:
NSÍ-HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald