Klaksvíkskvinnur fingu eina sera góða byrjan uppá Summar Festivalin, tá tær bastu ÍF/VÍK/B68 við Djúpumýru í gjárkvøldið. Í góðveðrinum frammanfyri áleið 200 áskoðarum, sambært dómaraseðlanum, setti KÍ eina feita striku undir, at liðið ætlar sær at fáa FM aftur til Klaksvíkar.
Lagt var upp til ein spennandi oddadyst, har útiliðið kundi yvirhála KÍ aftur. Tað var tó heimaliðið, sum var omaná. Hagtøl hjá dystir.fo vísa, at KÍ hevði fleiri skotroyndir og hornaspørk, og stutt fyri steðgin varð 1-0. Tað var tó púra opið til Maria Klakstein Thomsen, ið kom aftur til barndómsfelagið úr B36 stutt fyri summarsteðgin, við tveimum skjótum málum avgjørdi dystin. Harvið megnaði ÍF/VÍK/B68 ikki at halda spenninginum í dystinum og heldur ikki heilt í kappingini.
Málini kunnu vísa at fáa avgerandi týdning fyri, hvar FM-steypið endar. Ovastu liðini hava ikki nakrar innanhýsis dystir eftir, og HB er níggju stig aftanfyri KÍ; HB hevur tó leikt ein dyst færri. KÍ skal missa stig í minst tveimum av teimum seinastu fýra dystunum, fyri at tey bæði liðini skulu hava møguleika at taka FM.
Betrideildin, 14.umfar
Við Djúpumýru, 07.08
KÍ - ÍF/VÍK/B68 3-0 (1-0)
34' Sjálvmál 1-0
71' Maria K. Thomsen 2-0
76' Maria K. Thomsen 3-0
KÍ: Óluvá Allansdóttir Joensen - Birita Ryan, Katrina Akursmørk, Ragna Patawary, Malena Josephsen, Sanna Svarvadal, Evy á Lakjuni, Durita Hummeland, Maria Klakstein Thomsen (86' Liljan Jacobsen), Sigrid Amalielsdóttir Jacbsen (54' Sigrun Sirdal) Eyðvør Klakstein (L)
ÍF/VÍK/B68 Hjørdis Nesá - Hjørdis Rasmusdóttir (66' Karin Gøthe Áslaksdóttir), Rebekka Jóhannusardóttir Olsen (86' Bjørg Jarnskor), Bjørt Holm, Annika Ragna Christiansen, Hansina Rolandsdóttir, Marta Sólheim Thomsen (76' Mary Ann Zachariassen), Jacoba Langgaard, Marita á Fríðriksmørk, Maibritt Olsen (L), Hanna Isaksen Højgaard
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald