Málið hjá Deni Pavlovic var ikki nokk. Avbjóðingin í Bosnia Hersigovina gjørdist ov stór fyri Klaksvíkar Ítróttarfelag.
Teir málmøguleikar sum komu afturat í longdu leiktíðini, vóru í størsta mun til fyrimuns til heimaliðið. Somuleiðis koppaði yvirvágin í teirra favør.
KÍ hevði ein málmøguleika ið rakti málið, allar 120 minuttirnar. Tíverri var tað helst manglandi neyvleiki í álopspartinum hjá KÍ, ið kostaði teimum playoff dystin í Europa League.
Teir hava gjørt tað fyrr, og tað ber enn væl til at gera ein evropeiskan vørr.
Tað gjørdist vinnarin av dystinum Dečić - HJK Helsinki, ið KÍ skal møta. Tann dystin vunnu finsku meistararnir eftir brotssparkskapping.
KÍ skal harvið spæla í playoff umfarinum í Conference League. Avgerandi uppgerðin um pláss í Conference League bólka-/deildarspælinum verður móti meistarunum úr Finnlandi.
Europa League 3. umfar, seinni dysturin
Gradski Stadion, hósdagin 15.08
Borac Banja Luka - KÍ 3-1 (4-3 samanlagt)
Les meir um teir fyrstu 90 minuttirnar her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald