Fótbóltur

KÍ fall við æru í Bern

Føroyameistararnir spældu ein frálíkan fyrra hálvleik, kundu verið á odda í hálvleikinum og fingu eisini lív aftur í dystin við 2-1 máli í 78. minutti.

18-ára gamli Jonn Johannessen varð innskiftur og skoraði til 2-1 fyri KÍ (Mynd: EPA)

18-ára gamli Jonn Johannessen varð innskiftur og skoraði til 2-1 fyri KÍ (Mynd: EPA)

2020-08-26 21:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ gav sveisiska meistaraliðnum høvuðbrýggj allan 1. hálvleik. Kristian Joensen helt væl bóltinum, tá ein stútari kom á hann eftir seks minuttir, men tað var einastu ferð, at málverjin hjá KÍ var noyddur at bjarga fyri steðgin. Sveisiska liðið flutti bóltin væl til tíðir og hevði nøkur innlegg, men KÍ vardi væl. Tað var týðiligt, at leikararnir vóru sera hugsavnaðir og til reiðar til stóru uppgávuni.

Myndir: Young boys - KÍ 3-1-(0-0)

Liðið hjá Mikkjali Thomassen hevði tvær støður, har ein leikari ikki var við aftastu stong. Størsti møguleikin fall tó til Ole Erik Midtskogen, ið Jesper Brinck sendi avstað eftir eitt Young Boys-mistak, og at KÍ flutti bóltin skjótt og í dýpbdina. Norðumaðurin kom væl inn í brotsteigin, men málverjin bjargaði. Tað sum Ole Erik sá ikki, var at Páll Andrasson Klettskarð hevði runnið seg frían inn í brotsteignum.

[object Object]
Ole Erik Midtskogen var eyðsýndur í kvøld (Mynd: EPA)

0-0 í hálvleikinum, og KÍ var harvið komin sera væl ígjøgnum hann. Tað eydnaðist tó hjá heimaliðnum at koma á odda við góðum máli fimm minuttir inn í 2. hálvleik, har Jean-Pierre Nsame, áleyparin sum skoraði 32 mál í 32 dystum farna kappingarár, stútaði bóltin sera væl inn eftir eitt vandamikið innlegg úr høgru. Sjey minuttir seinni var Miralem Sulejmani kvikur, tá Jóannes Kalsø Danielsen gjørdi heldur seint av, og so revsaði hann náðisleyst.

KÍ fall tó ikki saman, og helt á við at royna at trýst Bern í løtum. Tað varð tó nær við 3-0 í serliga einum førum. Veruligt lív kom í dystin aftur, tá Jóannes Bjartalíð legði eitt framúr gott frísparksinnlegg inn úr vinstru, og innskifti Jonn Johannessen rann sera væl inn við aftaru stong og prikaði bóltin inn. Triðja málið hjá 18-ára gamla klaksvíkinginum í Europa League.

 

[object Object]
Jóannes Bjartalíð legði upp til málið hjá KÍ við sínum frálíka vinstra beini (Mynd: EPA)

Tíverri svaraði Young Boys aftur tríggjar minuttir seinni og punkteraði dystin, tá Nsame stútaði bóltin yvirum í brotsteignum, og Ngamaleu, ið legði upp til 1-0 málið, skoraði. 

Samanumtikið var avrikið hjá Kí frálíkt, og ætlain hjá Mikkjai Thomassen riggaði í stóran mun sera væl. Leikararnir góvu alt og spældu við sjálvsálit og yvirskoti, og KÍ vísti aftur, at liðið er væl fyri til spennandi evropeiskar uppgávur. Mánadagin ella týsdagin fær KÍ at vita hvat bíðar teimum í Europa League, har liðið skal royna seg í september.

Video: Málini í Bern

Champions League 2. umfar
Wankdorf Stadium, Bern
Young Boys - KÍ 3-1 (0-0)

50' Jean-Pierre Nsame 1-0
57' Miralem Sulejmani 2-0
78' Jonn Johannessen 2-1
82' Ngoume Ngamaleu 3-1

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder