
Fyrstu evropeisku dystirnir hjá føroysku liðunum verða leiktir hósdagin 27. juni. Tá leika runavíkingar í Norður Írlandi, og klaksvíkingar í San Marino. Hetta er greitt eftir at lutakastið til undanumfarið í Europa League var fyri lítlari løtu síðani.
Á pappírinum var talan um truplasta lutakastið gjørligt hjá NSÍ. Ballymena endaði nummar tvey í Norður Írlandi farna kappingarár. Linfield gjørdist aftur meistari, og NSÍ basti júst Linfield í heimadystinum í 2015. Linfield sló tó NSÍ út, og hevur vunnið hvørja ferð samanalagt, tá føroysk mótstøða hevur verið.
KÍ skal spæla ímóti steypavinnarunum úr San Marino. Hetta verður mett sum eitt gott lutakast, og oddaliðið í Betrideildini skal royna at koma víðari til 1. umfar annað árið á rað
Europa Leauge undanumfar:
Progrès (LUX) v Cardiff MU (WAL)
La Fiorita (SMR) v Engordany (AND)
Sant Julià (AND) v Europa (GIB)
Ballymena (NIR) v NSÍ (FRO)
Prishtina (KOS) v St Joseph's (GIB)
Tre Fiori (SMR) v KÍ Klaksvík (FRO)
Barry Town (WAL) v Cliftonville (NIR)
Fyrru dystirnir eru 27. juni; KÍ og NSÍ spæla seinna dystin - heimadystirnar - hósdagin 4. juni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald