KÍ skuldi í kvøld royna at fylgja upp uppá stórsigurin frá Gundadali fyri viku síðani. Hetta eydnaðist til fulnar, tí KÍ vann 4-0 í San Marino. Hetta gjørdi millum annað, at føroyskur fótbóltur fekk týðandi stig.
KÍ setti í kvøld trý merkisverd met. Eitt fyri felagið: Talan var um fyrsta útisigurin nakrantíð í evoropeiskum fótbólti hjá felagnum - hetta var 12. royndin. Tvey føroysk met vórðu sett: Størsti útisigur nakrantíð - einki føroyskt lið hevði undan dystinum í kvøld vunnið við fleiri enn trimum málum (B36 vann 3-0 á Malta í 2006, og Víkingur vann 4-1 í Kosovo í 2017). Hetta var eisini størsti samanlagdi sigurin hjá føroyskum liðið í evropeiskum fótbólti.
Sjálvur dysturin var ikki leiktur í høgari ferð. Tað tók eina løtu, áðrenn KÍ av álvara setti seg á dystin, men tá útiliðið gjørdi tað, sást munurin týðiligt. Seinasta stóra korterið av 1. hálvleiki skoraðu KÍ trý mál; allir málskjúttarnir komu eisini á talvuna í Gundadali fyri viku síðani. Fyrst skoraði Jóannes Bjartalíð ósvikaliga trygt uppá bortsspark, eftir at KÍ-leikari varð hálaður um koll í brotsteiginum. Fàar minuttir seinni legði Jóannes Kalsø Danielsen eitt frálíkt innlegg úr høgru, har 17-ára gamli Jonn Johannessen møtti bóltinum perfekt, og stútaði hann væl í málið. Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat var tað eins og við 1-0 málinum seinast: Simen Sandmæl spældi væl Patrik Johannesen frían, og tvøramaðurin avsluttaði væl í longra málhorn.
(Simen Sandmæl legði aftur upp til Patrik Johannesen ímóti Tre Fiori - Mynd: Sverri Egholm)
Í 2. hálvleiki kundi KÍ havt skorað fleiri mál, tí liðið kom rímiliga lættliga í góðar støður, men neyvleikin manglaði. Tað eina málið kom eitt korter fyri leiklok, tá bólturin datt niður til høgra bakkin í málteiginum. Í aðru royndini fekk hann lirka bóltin í málið, eftir at málverjin hevði bjargað stútara frá Páll Klettskarð. Hetta var í samband við hornasparksstøðu. Dysturin fór uppaftur meira í tómgongd eftir hetta, og KÍ nýtti ikki eina rúgvu av orku í kvøld, hóast avrikið og spælið til tíðir var gott. Tre Fiori hevði í 2. hálvleiki roynd á bæði yvirleggjaran og stongina, men hesaferð helt KÍ málið reint.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen skal annað árið á rað spæla í 1. umfari í Europa League, og mótstøðan verður aftur litaviskt. KÍ vitjar afturí Vilnius í komandi viku, og talan verður um væl sterkari mótsstøðu, enn hana sum liðið úr San Marino megnaði at veita.
Europa League undanumfar, seinni dysturin
San Marino Stadium, 04.07
Tre Fiori - KÍ 0-4 (0-3) 9-1 samanlagt
29' Jóannes Bjartalíð 0-1 (br)
33' Jonn Johannessen 0-2
45' Patrik Johannesen 0-3
75' Jóannes Kalsø Danielsen 0-4
KÍ (4-4-2): Kristian Joensen - Jóannes K. Danielsen, Jesper Brinck, Deni Pavlovic, Ísak Simonsen - Jóannes Bjartalíð, Semir Hadzibulic, Jákup B. Andreasen, Jonn Johannessen (46' Magnus Stamnestrø) - Simen R. Sandmæl, Patrik Johannesen (57' Páll A. Klettskarð)
Gul kort: Jonn Johannessen Semir Hadzibulic,
Fótbóltur
KÍ gjørdi arbeiði væl og virðiliga liðugt
Klaksvíkingar vunnu 9-1 tilsamans og settu fleiri met í San Marino í kvøld.
Ungi og evnaríki Jonn Johannesen var aftur á blettinum fyri KÍ í kvøld, og hann hevur nú tvey mál í tveimum evropeiskum dystum (Mynd: Sverri Egholm)
2019-07-04 21:50
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald