Fótbóltur

KÍ gjørt nýggjan sáttmála við tveir lokalar leikarar

KÍ kunngjørdi í gjárkvøldið, at felagið hevur longt avtaluna við Jóannes K. Danielsen og Steinbjørn Olsen.

Jóannes Danielsen hevði eitt sera gott kappingarár sum høgri bakkur hjá KÍ
(Mynd: Jens Kr. Vang)

Jóannes Danielsen hevði eitt sera gott kappingarár sum høgri bakkur hjá KÍ (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-11-29 17:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroysku feløgini halda fram at fyrireika seg til komandi kappingarár. Í gjár gjørdist greitt, at tveir klaksvíkingar hava skrivað undir nýggjan sáttmála við barndómsfelagið.

Talan er um tveir ungar leikarar: 21-ára gamla Jóannes Kalsø Danielsen og 22-ára gamla miðvallaran Steinbjørn Olsen.

Jóannes hevur veruliga gjørt vart við seg í ár sum orkuríkur og framfýsin bakkur hjá KÍ og á U21-landsliðnum. Avrikini og tølini vísa, at talan er um leikara við høgari góðsku og spennnadi framtíð. Hann spældi allar minuttirnar fyri KÍ í ár, og var í uppskoti til ársins unga leikara í Betri-deildini, har hann legði upp til 7 mál.

Steinbjørn Olsen fekk sítt gjøgnumbrot farna kappingarár. Hann spældi í 23 dystum í fremstu deildini, har hann skoraði tvey mál. Tekniskt sterki og høgi miðvallarin var eisini úttikin til U21-landsliðið tvær ferðir. Merkisvert er at Steinbjørn, hóast sín unga aldur, hevur spælt yvir 100 dystir í næstbestu deildini.

[object Object]
(Steinbjørn Olsen skorar her á Argjum - Mynd: Sverri Egholm) 

Sáttmálin hjá Steinbjørn er galdandi fyri komandi tvey árini; Jóannes hevur skrivað undir sáttmála, ið ikki gongur út fyrrenn endan av 2021. 

Kelda: Norðlýsið og FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder