Rene Eriksen Petersen varð í fjør kosin at vera ársins leikari til endaspælið um grønlendska meistaraheiti. Fyrst í februar vóru hann og ein annar spælari úr stóra grønlendska felagnum B67 í Klaksvík til royndarvenjing.
Tann eini var tíverri darvaður av skaða í knænum, men Rene gjørdi vart við seg - skoraði í venjingardysti fyri næstbesta liðið og vandi eitt sindur við Betrideildarhópinum - og í gjár kunngjørdi felagið úr Nuuk á Facebook-síðu sínari, at Rene Eriksen Petersen og KÍ hava gjørt sáttmála.
Rene Eriksen Petersen (t.h) (Mynd: B67)
21-ára gamli álopskendi miðvallarin hevur spælt nógv futsal og hevur sínar styrkir í tekniska partinum. Sambært B67 er nýggi KÍ'arin júst fluttur til Klaksvíkar, har hann í fyrstu syftu skal venja og spæla við næstbesta liðnum, í 1. deild, og síðani royna at vinna sær pláss í hópinum hjá besta liðnum.
KÍ og felagið úr høvuðsstaðnum í Grønlandi gjørdu í fjør samstarvsavtalu. Hon inniber millum annað, at B67 fær sent spælarar til Klaksvíkar at royna seg inn ímillum.
Les eisini: Flytingarvindeygað letur aftur í dag
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald