Fótbóltur

Flytingarvindeygað letur aftur í dag

Føroysku feløgini hava fram til klokkan 16 at skráseta nýggjar spælarar. Møguleiki er millum annað fyri, at bæði føroyameistarar og uppflytarar styrkja seg meira.

Gilli Rólantsson Sørensen skal spæla í nýggjum búna í ár - spurningurin er, um nakað verður kunngjørt í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Gilli Rólantsson Sørensen skal spæla í nýggjum búna í ár - spurningurin er, um nakað verður kunngjørt í dag (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-15 07:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag, mikudagin 15. mars, klokkan 16 er evsta mark hjá feløgunum at skrásetta nýggjar spælarar - leikaraflytingar.

Um hugt verður eftir liðunum í Betrideildini hjá monnum, og útfrá ábendingunum hjá Portalinum, eru tey flestu liðug ella náa ikki at gera meira. Tað er tó ymiskt, ið bendir á, at ymiskt kann henda í onkrum av feløgunum.

TB kunngjørdi í gjárkvøldið, at 26-ára gamli Chris Jastrzembski hevur gjørt sáttmála við aldursforsetan. Póllendingurin var í 2021 ein umráðandi spælari fyri B68, sum tá var uppflytari. 

[object Object]
Chris Jastrzembski saman við formanni felagsins, André Dalfoss (Mynd: tb.fo)

Heimasíðan bolt.fo skrivaði fyri stuttum, at hetta fór at henda, og fótbóltssíðan visti í síðstu viku eisini at siga, at norðmaðurin Markus Thorberg fer at spæla á TB-miðvøllinum og samstundis vera høvuðsungdómsvenjari í felagnum, og at 22-ára gamli serbiski áleyparin Simeon Petrov eisini legst afturat hópinum.

Spurningurin er so, um uppflytarin fær meira styrk. Sáttmálaleyst Gilli Rólantsson Sørensen hevur seinastu tíðina vant við barndómsfelagnum, og í viðmerking til Portalin í gjár avvísti Gilli Rólantsson Sørensen ikki, at TB er ein møguleiki, og at  
talan kann gerast um ein stuttíðar-sáttmála. 

KÍ hevur, sambært okkara keldum, eisini roynt at fingið fatur á 30-ára gamla landsliðsspælaranum. Um annað av hesum feløgunum hevur fingið sannført Gilla, fáa vit at síggja seinni í dag. 

Sambært bolt.fo er tað sannlíkt, at KÍ íhvussu er fær Latif Issah Ahmed í hópin. 20 ára gamlan spælarin kemur úr Ghana og hevur verið og royndarvant í norska Viking. Hann kann spæla bakkur og kantur.

Fleiri lið hava seinastu tíðina eisini hugt eftir møguligum leigusáttmálum, har tað millum annað hevur verið uppá tal, at føroyameistararnir fara at leiga ein ella fleiri spælarar út. Tað er tó óvist, um nakað ítøkiligt kemur burturúr har.

Televarpið ger nógv burturúr í dag og sendir beinleiðis frá klokkan 14 til 17, har nógvar ymiskar samrøður verða. Hugt verður uppá flytingarnar í vetur, og fylgt verður eisini við, um okkurt hendir á hesum seinasta degnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder